Stór uppliving ? sum á skipsdekki

Tað er sum ein lítil føroysk bygd ? bara langt til havs. Boripallurin Sovereign Explorer, sum borar eftir olju fyri eitt nú føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni, liggur skamt frá føroysk-bretska markinum, bert fáar fjórðingar frá einum heilum býi av oljupallum á bretskum øki, ið framleiða og leita. Hesir síggjast við berum eygum frá Sovereign Explorer, sum roynir at finna fyrstu føroysku oljuna. So tætt upp at kendum oljuleiðum leitar føroyska felagið eftir olju.

 

Oljuleiting


Fyri føroyska sjógarpin Mortan Johannesen er hesin dagurin - týsdagurin 6. november -nakað heilt serligt. Umboð fyri føroysku pressuna eru saman við nevndarlimum og starvsfólki hjá føroyska oljufelagnum, Atlants Kolvetni farin við eini av risastóru superpuma tyrlunum hjá bretska flogfelagnum Bristow longu leiðina út á feltið ? ?olju?-feltið. Mortan Johannesen, sum alt sítt lív hevur balst á havinum eitt nú í Barentshavinum, har hann og aðrir hava fingið mangan góðan fongin til lands, bíðar nú í spenningi eftir einum øðrum slag av fongi ? møguliga nýggja tilfeingi føroyinga - oljuni og gassinum, sum kanska liggur fjalt niðri í tí myrka dýpinum.


Hóast hugurin altíð hevur staðið til fiskivinnuna, so helt Mortan Johannesen áheitanina frá einum øðrum kendum vinnulívsmanni, Poul Mohr, stjóra á Tórshavnar Skipasmiðju, um at vera við til at stovna eitt føroyskt oljufelag, verða so mikið áhugaverda, at hann gjørdi av at fara uppí verkætlanina við fullum huga. Í dag er Mortan ein av nevndarlimunum í Atlants Kolvetni, har meira enn 2000 føroyingar eru partaeigarar. Og nú leiðin gongur út á ?oljufeltið Marjun? saman við Poul Mohr, nevndarlimi, Wilhelm Petersen, stjóra og Fíu Petersen, skrivara, er Mortan spentur, tí hetta er fyrsti túrurin út á ein oljupall. At hesin so bæði er í føroyskum sjógvi og at føroyska oljufelagið er partur av boringini og at útlit kunnu vera til, at júst hesin pallurin verður tann fyrsti til at finna olju við Føroyar, ger ikki støðuna minni spennandi.


Umborð á pallinum er høvi at síggja, hvussu riggað verður til at fara undir aftur boringina, nú steðgur hevur verið í orsakað av ringum veðri og serstøkum mátikanningum, sum eru gjørdar í holinum. Umstøður eru eisini til at hitta føroyingar, ið arbeiða umborð. Sum skilst á stjóranum hjá Amerada Hess, Ben Arabo, ið er ferðaleiðari, eru teir í The Faroes Partnership samtakinum við at koma á mál við boringini. Borað verður í mesta lagi í eina viku aftrat. Møguliga fæst okkurt at vita um úrslitið av boringini seinast í vikuni ella í næstu viku. Hetta eru so eisini boðini, ið fólkini frá Atlants Kolvetni fáa.


Eftir stutta steðgin á pallinum hitta vit ein rættiligan opinskáraðan og vælnøgdan Mortan Johannesen. ?Hetta hevur verið sera stór uppliving og hevur tað verið ein ikki sørt løgin kensla at skula fara umborð á boripall, ið arbeiðir í føroyskum sjógvi. Mortan, sum sjálvur hevur verið siglandi maður alt sítt lív, sigur, at tað kendist sum at vera umborð á einum øðrum slag av skipi við stýrihúsi, radari og aðrari skipsútgerð. Ja, tað var sum at vera á skipsdekki aftur, nú pallurin rullaði eitt sindur í tungu alduni.


Mortan er tolin maður og tí hevur tað ikki so stóran skund fyri hann, um olja verður funnin her og nú ella í næstu framtíð. Hann vísir til tað íslendingar plaga at taka til, nevniliga, at ?Tað kemur í ljós? - um tað er nakað ella einki. Hann viðgongur, at man er sjálvandi spentur, um tað verður funnið nakað nú, men man má vera fyrireikaður, at tað kann ganga báðar vegir. ?Er eingin olja, ja so tekur man tað, sum tað er. Og verður olja, so gleðist man yvir tað. Um brúk er fyri olju at fáa vinnutólini at mæla víðari veit Mortan ikki, men hann dylur heldur ikki fyri, at verður nakað, so verður tað áhugavert fyri okkara samfelag, tí tað trongist jú alla staðni rundan um okkum.


Poul Mohr, sum eisini varð við á pallvitjanini, er heldur fáorðaður (!) men sigur, at tað er ein serstøk kensla at fara umborð á ein boripall, sum borar á okkara egna øki. ?Júst tað haldi eg verða ógvuliga áhugavert, og hvat síðani kemur burtur úr, vil tíðin so vísa. Poul Mohr er ein av teimum vinnulívsmonnunum her á landi, sum hevur fylgt oljutilgongdini frá byrjan. Hann var ein av monnunum, ið tóku stig til at stovna Atlants Kolvetni, so eisini hann er spentur at frætta um úrslitið av hesi fyrstu boringini hjá felagnum.