Vaktarskifti í leiðsluni á Psykiatrisku deild

Eftir í mong ár at hava havt høvuðsábyrgdina fyri rakstrarligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu leiðsluni av Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum varð Sofus Joensen, yvirlækni, eftir egnum ynski loystur frá hesi ábyrgd, og tók samstundis Tormóður Stórá yvir

Og síðst í farna mánaði fór so Sofus vegna aldur eisini frá við eftirløn sum yvirlækni, hóast hann fyri tað kundi verið verandi nakað enn. Men ivaleyst hevur Sofus verið lúgvaður av síni drúgvu og ábyrgdarfullu vakt í mong ár.

Hann kom framat sum leiðandi yvirlækni um tað mundið í nítiárunum, tá Árni Olsen var givin við evsta aldursmark, Heri Berg doyði av svárari sjúku, og August Gabriel Wang flutti niður at gróðurseta eitt nýtt sálarsjúkrahús í Keypmannahavn.
Teir plagdu at skiftast um leiðsluábyrgdina.
Avbjóðingin hjá Sofusi at skula lyfta fyrisitingarliga arvin eftir bæði Árna Olsen, Hera Berg og August Wang í stórt sæð einum hevur sanniliga kravt sín mann, men Sofus hevur so skulað gjørt tað í mong ár á rað, eisini undir kørgum og truplum umstøðum.

Virkisárini á psykiatrisku deild, tá staturin slepti, og landið tók við, vóru jú á mangan hátt ótrygg og trupul. Tá landið átti og ráddi, vórðu virkiskorini nógv ávirkað av, hvussu tað gekst landsbúskapar-liga, og sum kunnugt vóru nítiárini trupul at koma ígjøgnum, eisini á psykiatrisku deild.
Starvsfólkauppsagnir og/ella hóttanir um slíkar vóru ein afturvendandi veruleiki, og afturat øðrum skerdum tilfeingi, niðurslitnum starvsfólkum, órøktum bygningum og tólum freistaði tað ikki júst yngri kreftir til at taka við tómum sessum.
Frá at vera fýra yvirlæknar at býta gerandisarbeiðið, leiðsluábyrgdina og ikki minst bakvaktina ímillum sín hava yvirlæknarnir í fleiri ár bert verið tveir, Lise Nolsøe og Sofus, sum so hvør sær hava verið bundin stórt sæð hvørt samdøgur á tamb alt árið.
Gamaní hava tað í styttri tíðarskeið verið útnevndir útlandskir avloysarar, men tað gerst so ongantíð tað sama sum við støðugari manning.

Sofus er dugnaligur sálarlækni; ikki júst maðurin við teimum mongu og stóru orðunum, tíansheldur armsveiggjunum, men hin vegin spakførur, umhugsin og avgjørdur, tá á stendur.
Í øllum førum er tað í Sofusa stjórnartíð, at tann almenni hugburðurin mótvegis psykiatriskum yrki er vendur betra og rætta vegin.
Hesi seinnu árini hava politisku og umsitingarligu myndugleikarnir sýnt nógv frægari vælvild yvir fyri Psykiatriska deplinum, og kanska royna teir eisini at bøta um farna misrøkt og aðrar syndir.
Samstundis er góð og tiltrongd menning byrjað og farin fram á psykiatrisku deild. Psykiatriska sjúkrarøktin er nógv ment og fjøltáttað, sosialráðgevingin er tvífaldað, psykologiski dugnin fleirfaldaður, starvsfólk innan ymisk fakøki hava nomið sær eftir- og framhaldsútbúgving eins og yngri starvsfólk eru komin til. Starvsfólk yvirhøvur tykjast nú at hava orkuyvirskot til visjónir. Økispsykiatriin verður endurstovnað innan nógv tryggari karmar, enn tá August Wang stríddist einsamallur, og hon tá á sinni fall fyri bakka.
Sosialpsykiatriin er eitt heilt nýtt og spennandi tiltak, og tað tykist, sum psykiatriin aftur dregur ung, framsíggin og virkisfús starvsfólk til sín, júst sum tá alt var so nýtt, forkunnugt og spennandi fyrst í sjeytiárunum.

Avgjørt ikki Sofusi einsamallum fyri at takka, tí hann hevur fingið sær yngri, áhugað fólk afturat sær, eisini í leiðsluni, men framgongdin er so byrjað í Sofusa tíð.

Nú Sofus valdi at leggja frá sær eitt sindur áðrenn evsta aldursmark, hevur hann helst verið troyttur av síni drúgvu vakt, men hann kann so óskammaður leggja frá sær og líta aftur á vala verk, har hann saman við sínum mongu samstarvsfelagum í hvussu er hevur munað rætta vegin.

Sofus er væl lisin og fakliga dagførdur maður, og saman við sínum lívlongu klinisku royndum innan sálarsjúkur átti hann onkursvegna at latið nakað av síni vitan frá sær í skrift og talu, var hann bara ikki so beista beskeðin maður, og gita vit rætt, so fer hann sum eftirløntur heldur at leita aftur til sínar røtur í bónda- og fiskimannaætt, nevniliga at flóta bát og sovorðið umframt at hugna sær í Leirvík, tí heimkærur er hann sum fáur og hevur ongantíð latið iva verið um, at leirvíkingur er og verður hann um allar ævir og tað við stórum "L"!

Takk fyri, góði Sofus, við ynski um alt gott framyvir.
Samverkafólk á psykiatrisku læknagongini