Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, gav sjálvur løgregluni slóðir at elta í royndunum at finna Pidda aftur,
Tað er komið fram í rættinum í gjár.
Har var tann ákærdi tráspurdur um, hvønn leiklut hann hevði í, at Piddi hvarv og ikki er komin aftur íaftur enn.
Tað kom fram, at tvær ferðir gav hann løgregluni tipp um, hvar Piddi kundi vera.
Løgreglan kannaði málið. Aðru ferðina góvu kanningarnar úrslit, men aðru ferðina var onki hald í tippinum.
Einaferð var løgreglan í Norðoyatunlinum og leitaði eftir sporum eftir Pidda
Tá fann løgreglan bæði blóðspor eftir Pidda og ein skógv.
Tað var tann ákærdi sjálvur, sum vísti løgregluni á hesa slóðina.
Hann segði, at hann hevði fingið illgruna um hetta staðið frá tí, at skodabilurin, hann hevði koyrt í, var stolin fyrru ferðina, sum greitt erfrá í aðrari grein.
Hann hevði koyrt aftan á skodabilin yvir til Norðoyatunnilin, men hann fór ikki aftan á bilin ígjøgnum tunnilin, tí hann átti ikki fyri tunnilsgjaldið og hevði heldur ikki nóg mikið av olju í tanganum.
Hann sá, at trý fólk vóru í skodabilinum, tá ið hann fór inn í tunnilin
Hann bíðaði uttanfyri, men tá ið skodabilurin kom út aftur, vóru bara tvey fólk í honum.
Tó tíð
Dagin eftir var ákærdi farin aftur til Norðoyatunnilin.
Tá hevði hann kannað eftir, hvussu leingi skoda bilurin mundi vera í tunlinum.
Í meðan bilurin var í tunlinum, hevði hann roykt tvær sigarettir og so lukkaðist hann eisini at pissa.
Dagin eftir gjørdi hann tað sama og tók tíð at vita, hvussu leingi tað tók.
So koyrdi hann inn í tunnilin at vita, hvussu langt inn tað bar til at koyra og aftur upp á hesa tíðina.
Hann kom eftir, at Skoda bilurin mátti vera steðgaður við tað stóra víkiplássi leirvíksmegin, tað er annað víkipláss úr Leirvík, har eitt betonghús stendur.
Ákærdi segði, at hann hevði koyrt framvið har og á vegnum hevði hann sæð ein myrkan blett á asfaltinum. Tað kundi vera blóð, ella tað kundi vera olja, men hann var ikki farin úr bilinum at kanna hetta nærri.
Tað var hetta, hann boðaði løgregluni frá og tá løgreglan fór at leita, funnu tey blóðspor av Pidda og seinni fann ein maður frá Landsverki eisini ein skógv, sum tað vísti seg, at Piddi átti.
Ákærdi hevði onga forkláring upp á, hvussu hann kundi vita, at skodabilurin hevði steðga akkurát við hatta víkiplássið, tí hann kundi ikki vita, hvussu skjótt, bilurin hevði koyrt.
Onki úrslit
Ákærdi maðurin hevði eisini fortalt løgregluni, at hann hevði sæð ein bil á vegnum til vindmyllurnar í Neshaganum, har tveir mans høvdu tikið ein posa úr bilinum vil onkrum í og høvdu grivið tað niður.
Men hann dugdi ikki at siga, hvat slag av bili tað var, ella hvussu menninir sóu út.
Hann hevði teknað fyri løgregluni, hvar tað var og hann hevði eisini verið við løgregluni í Neshaganum og víst teimum, hvar teir skuldu grava.
Men kanningarnar góvu onki úrslit.
Hann tvíhelt um, at hann hevði ongantíð talað orð um, at tað var Piddi. Hann avsannaði eisini, at hann einaferð hevur sagt við løgregluna, at tað var eitt lík.
Í rættinum dag segði hann, at talan kundi vera um ein seyð ella ein hund, ella okkurt annað dýr. Men hann vitsti eisini, at Piddi var ikki stórur maður, men førur.
Hann hevði onga forkláring uppá, hví hann hevði fortalt løgregluni hetta, um so var, at hann helt, at talav var um eitt djór av onkrum slagi.
Tað vísti seg eisini, at leitingin hjá løgregluni var úrslitaleys.