Í tí mentanarliga og politiska yrkinum hjá Hanusi Kamban er ein fruktbarur dupultleiki millum hvassleika og eymleika, sum kann lýsast við nøkrum fáum orðum úr eini yrking hansara, ið stóð í Sosialinum í 2006. Undir heitinum ”Sum títt svørð er hvast” finna vit hesi vøkru orð:
Set so um tú orkar
nýggj fræ í mold;
kanska hoyrist ein sangur
kanska grønkar ein fold.
Kanska leikar har spølið
hitt eyma kind;
kanska stinnari bak
ber mín harða vind.
Vit ynskja Hanusi hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Vit eru nógv, ið eru honum takksom fyri alt tað, hann hevur orkað. Eisini millum teirra á tí borði, sum fyri árum síðani søktu at honum í ótespiligum ágangi, mugu tey í dag boyggja seg fyri hesum fína listarmanni og vísa debattøri.
Alt sítt vaksna lív hevur Hanus verið ein íðin skrivandi maður, har tvinnanda tættir hava verið spunnir saman í alt tað lívsverk, hann higartil hevur ríkað okkum við: øðrumegin hansara stórfingnu bókmentaligu og mentanarpolitisku avrik, og so hansara óteljandi nógvu politisku og samfelagskritisku viðmerkingar og tíðargreiningar.
Hanus hevur ongantíð dult, at hann í politiska lívinum stendur fyri tí demokratisku javnaðarhugsanini. Hann skrivaði í eini grein fyri trimum árum síðani: ”Frá mínum ungdómi minnist eg, at frá januar 1959 sást eitt nýtt andlit í Havnar gøtum, ein maður í svørtum klædningi og við stavi, kvikgongdur, málamikil, heilsandi til allar síður, glógvandi, sprækin av áræði, orku og hugflogi. Maðurin, sum eg seinni fekk høvi til at hitta, æt Petur Mohr Dam, og tað var hann, sum var høvuðskraftin, tá ið okkara føroyska vælferðarsamfelag bleiv útbygt og nútíðargjørt. Hann andaðist, virkin og arbeiðsfúsur til tað síðsta, tann 8. november 1968, og hevði tá aftan fyri seg tað mætasta politiska lívsverkið í okkara landi í 20. øld.” Í lestrarárum í trýssunum í Keypmannahavn vórðu Hanus og Atli, sonur P.M. Dams, vinmenn. Seinni tá Atli varð løgmaður í nógv ár, var júst Hanus ein av teimum sum Atli lurtaði eftir – og lurtaði væl eftir.
Í hesi traditiónini hevur Hanus verið ein av kyndlaberarunum fyri demokratisku sosialismuni, og beinharður kritikari av politiskari einoygd og fundamentalismu frá politisku útjaðarunum bæði í vinstru og høgru síðu. Ofta sakna vit tey lærdu og sokallaðu intellektuellu í almenna tjakinum. Her hevur Hanus aldrin svikið. Við djarvari og beinraknari rødd hevur hann avdúkað og úrlatið fávitskut trongskygni og duldu skránna hjá samfelagsins politisku og fíggjarligu makthavarum. Mangan hevur hann givið blóðfátæka og andleysa almenna tjakinum í Føroyum ta intellektuellu innspræningina, ið hevur hvokkið okkum upp úr heimføðisligum svøvni. Hann kann harta okkum, men hevur altíð hjartað á røttum stað, sum boðberi við tí rámandi og semjusøkjandi orðinum, men eisini við tí rúmsátta og kvika heilanum, sum oftani, tá onnur tiga, setir tingini í rættan samanhang og á eina klóka, humanistiska kós.
Sum eygleiðari av altjóða viðurskiftum lýsa Hanusar greinar av stórari vitan og gløggum metingum. Uttan mun til, um hann skrivar um niðurtraðkað mannarættindi í einaræðisslondum, ella hann viðgerð ráðandi stórveldi ella risafyritøkur og teirra karráu framferð móti verjuleysum fólkum, umhvørvi og náttúru. Á heimavølli er Hanus gitin – og fryktaður - sum høvundurin við tí hvassa penninum, sum tyktar flokkar, ið ikki virða demokratiskar siðvenjur, ella sum einvíst røkja egin og áhugamál teirra vælbjargaðu.
Hanus hevur soleiðis mangan víst á vandan við einum samfelagi, har stórir partar av fólkinum ikki fáa lut í samfelagsins ágóðum, og har egoisma og grammleiki valda yvir samhaldsfesti og fólkaræði.
Vit eru mong, ið vóna og vænta, at tann greiða tala, ið nú í so nógv ár er komin frá Hanusi, verður at ljóða enn í mong ár frameftir. Føroyar hava brúk fyri tí.
------
Vinir úr Javnaðarflokkinum