borið fram? Tú torir stutt sagt ikki at taka kjansin! Ella hevur tú kanska drúgvar royndir í at luttaka í kjaki, bæði í sjónvarpi, útvarpi og øðrum miðlum? Manglar bert at fáa tað síðsta uppá pláss og eitt [...] sannføring úttala teg í t.d. sjónvarpi og útvarpi. Tú kanst føla teg tryggari í, at rætti boðskapurin kemur fram, umframt at kropsmálið og persónliga upptraðkanin er, sum hon eigur, í tílíkari støðu. Tú og [...] Synergi skipar fyri intensivum skeiði í medietrening. Sjónvarpið kemur um ein tíma! v/TV2 Midt Vest - frá hóttan til møguleika Fært tú ilt í búkin, hjartabankan, fer adrenalinið at pumpa, tá sjónvarpið
við skili. Gønland, og tal av atkvøðum uppá løgtingslimin í hvørjum valdømi sær í Føroyum, hevur so ofta verið uppi at venda, og har er einki nýtt í greinini, tí tími eg ikki at gera nakrar víðari viðmerkingar [...] “lógarbrot” í hesum viðfangi, men at løgtingsformaðurin uttan nakað, og uttan at samgongufundur hevur verið um eitt so tíðandi og viðbrekið mál, vitandi, at stórur partur av samgonguni er í móti, í treiskni [...] brot á avtalu, skal eingin ivi verða um. At hetta pettið í samgonguskjalinum er so stutt, hevur sína orsøk. Gjølligt umhugsni Í einum eru Heðin og eg í øllum førum samdir, tað er, at broyta eina vallóg so
spennandi, og tað verður steypafinalan í ár helst eisini. VB var ikki partur av steypafinaluni hjá kvinnum í fjør, tá Neistin og Stjørnan brustu saman. Í ár eru tær tó aftur við í finaluni, har tær skulu møta Stjørnuni [...] HONDBÓLTUR Fyri nøkrum árum síðani vóru tað VB og Stjørnan, sum myndaðu oddin í bestu kvinnudeildini í Føroyum. Dystirnir ímillum hesi bæði liðini vóru altíð ótrúliga spennandi. Sjálvt um VB ikki hevur [...] dreymabyrjan, tá tær vunnu við seks málum á Kyndli í Havn í fyrru hálvfinaluni, men á heimavølli mundi gingið galið. Her førdi Kyndil við átta málum eitt skifti í seinnahálvleiki, men VB fekk akkurát minka um
ein onnur orsøk til, at toskur og upsi í størri mun eru uppi í veiðini hjá nótaskipunum, er, at fiskurin hevur havt ov lítið at eta, og at hann tí gongur uppi í svartkjaftinum. Veikt grundarlag Elmar Højgaard [...] veiddur í føroyskum sjógvi, síðan Fiskiveiðieftirlitið fór undir sínar kanningar. Men stovnurin hevur kannað lastir, ið skipini, sum hava veitt í íslendskum sjógvi og altjóða sjógvi, hava lagt upp í Føroyum [...] Føroyum. Í summum førum hava hesi skip fiskað ein part av veiðini í føroyskum sjógvi, men meginparturin er veiddur í íslendskum sjógvi og altjóða sjógvi. - Jú, vit hava gjørt nakrar kanningar, men eg haldi
útlendingapolitikkinum hegla yvir landsstýrismannin í innlendismálum, Jógvan við Keldu. Í bløðunum seinastu dagarnar hava orð sum útreinsan og forfylging verið sett í samband við útlendingapolitikkin hjá samgonguni [...] hevur í fleiri førum verið óheppin, sigur Kaj Leo Johannesen. Munur á Bæði umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin halda, at greiður skilnaður skal vera á útlendingunum, ið hava búð í Føroyum og [...] støðuna hjá bæði Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í útlendingamálum, meðan tað tykist sum um Fólkaflokkurin einsamallur hevur sett dagsskrá í hesum máli. Vit hava tí vent okkum til umboð fyri Javn
árini víst, at teir teljast millum tey bestu í heiminum. Menningin hevur verið ógvuliga stór, síðani teir við Sepp Piontek á odda vóru í Føroyum og spældu 1?1 í Gundadali fyri tólv árum síðani. At framtíðar [...] UNDANKAPPING Føroyska U?19 landsliðið skuldi í gjárkvøldið koma aftur til Føroya, eftir at teir síðstu vikuna hava spælt tríggjar dystir í EM undankapping í Skotlandi. Tað ber ikki til út frá úrslitunum [...] Tey bæði londini halda fram í kappingini. Sum tað hevur verið nevnt fyrr í vikuni, so hevur tað verið manningarliga soltið hjá føroyingunum, sum eisini hava verið mintir á, at í slíkum kappingum og ímóti
hattin av fyri sjónvarpinum. Tíðindi vístu sannleikan í tí, ið vit í oddagrein í gjár nevndu glantrileikin, ið helt fram. Skjalið SvF hevur fingið innlit í prógvar hetta. Hvussu hetta enn verður snarað, hevur [...] politikkur hevur í so máta verið rættiliga óspiltur. Tilrættislagdar lesarabrævkampanjur, frammanundangjørd manuskript fyri fjølmiðlaspæl oa. hevur tíbetur verið fremmandur fuglur í Føroyum. Nú sær tíverri [...] tíverri út til at vent er í holuni. Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum kom m.a. fram uppá at fortelja føroyingum um stórar danskar konspiratiónir, við duldum dagsskráum. Rættiliga ironiskt at júst hann tykist
Jákup Suni Joensen, formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at skaðin á arbeiðið at gera nýggju ferjuleguna ikki er eitt mál fyri Havnanevndina, í øllum føri ikki í fyrstu atløgu. - Vit hava [...] greitt, hvussu stóran skaða arbeiðið við at gera nýggju ferjuleguna til Norrønu á Bursatanga í Havn fekk í illveðrinum um vikuskiftið. Menn frá Pihl&Søn, ið stendur fyri arbeiðinum, hava verið og kannað [...] arbeiðinum. Jan Hoffman, sum er leiðari, ella projekt-koordinator, fyri øllum arbeiðum hjá Pihl&Søn í Føroyum, sigur, at enn er ov tíðliga at meta um skaðan. - Fólk hjá okkum hava hugt at skaðanum, men enn
tey longu hava lært, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í skúlamálum. Ein arbeiðsbólkur hevur síðani í oktober mánaði í fjør havt fundir, og í mars mánaði varð álitið handað landsstýrismanninum. ? Ein [...] verður lagt upp til fjarundirvísing frá teimum smærru plássunum í Føroyum, og at brúka skúlar í útjaðarinum, so alt ikki kemur at vera á meginlandinum. Álitið er somuleiðis eisini eitt lógaruppskot, sum [...] sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, antin um tey eru í arbeiði, men eisini um tey eru arbeiðsleys. ? Grundtankin er tann, at tú gongur í skúla alt lívið, og tú eigur at kunna halda áfram við at útbúgva
sum oftast verið í spølni. Á páskum var so farið í gongd við yvirtøkuna av hotellinum, og síðani tá hevur tað gingið skjótt frameftir. Hans Jørgen og Jóhanna hava havt Lonina í Elduvík í fleiri ár, men ein [...] Hvørki í vavi ella í rakstri. ? Vit hava havt gestir síðani vit lótu upp. Vit byrjaðu við einum fótbóltsbraki tá dysturin millum Føroyar og Týskland var, og tá høvdu vit 84 fólk sitandi til borðs í matstovuni [...] Eiði: Tað luktar av frískum blómum í gongini á Hotel Lonini á Eiði. Og tað er kanska heldur ikki so undarligt, tí sum ein kemur inn, so standa blómutyssi og samanplantingar í hópatali á einum borði. Hotel Eiði