Keldumaðurin farin ov langt

Hvørki Sambandsflokkurin ella Javnaðarflokkurin siga seg taka undir við førda útlendingapolitikkinum hjá Jógvani við Keldu. Vit mugu skilja ímillum, hvørjir útlendingar hava tillagað seg til føroyska samfelagið, og teir sum standa á gáttini til at koma inn í landið, siga Kristian Magnusen og Kaj Leo Johannsen

Hann hevur verið lagdur undir at spíra til fremmandahatur á tingsins røðarapalli. Atfinningarnar ímóti førda útlendingapolitikkinum hegla yvir landsstýrismannin í innlendismálum, Jógvan við Keldu. Í bløðunum seinastu dagarnar hava orð sum útreinsan og forfylging verið sett í samband við útlendingapolitikkin hjá samgonguni.
Á samgongufundi mánadagin umrøddi samgongan útlendingapolitikkin. Samgongan kom ásamt um, at neyðugt er at fara hóvligari fram. Síðan samgonguskjalið varð undirskrivað hevur lítið og einki verið at hoyrt til støðuna hjá bæði Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í útlendingamálum, meðan tað tykist sum um Fólkaflokkurin einsamallur hevur sett dagsskrá í hesum máli.
Vit hava tí vent okkum til umboð fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin fyri at fáa greiðu á, hvørja støðu flokkarnir hava til førda útlendingapolitikkin hjá Jógvani við Keldu og Fólkaflokkinum.

Órógv
Formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, og formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, eru báðir av teirri áskoðan, at alt ov nógv rok hevur verið á útlendingaøkinum.
-Jógvan hevur havt eina ov stramma linju. Tað er órímuligt, at fólk, ið hava búð her í fleiri ár, og lagt nógv fyri at tillaga seg til føroysk viðurskiftið, verða send av landinum, sigur Kristian Magnussen
Formaðurin í Sambandsflokkinum tekur undir við Kristiani Magnussen.
-Sambandsflokkurin kann ikki taka undir við linjuni hjá landsstýrismanninum. Eg havi áður gjørt vart við, at handfaringin av málinum hevur í fleiri førum verið óheppin, sigur Kaj Leo Johannesen.

Munur á
Bæði umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin halda, at greiður skilnaður skal vera á útlendingunum, ið hava búð í Føroyum og tillaga seg til føroysk viðurskifti og teimum, sum standa á gáttini at fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi.
-Hava vit fyrst bjóðað fólki vælkomnum inn í landið, er neyðugt at taka avleiðingarnar av tí og fara væl við teimum, heldur Kristian Magnussen.
Kaj Leo Johannesen er av somu áskoðan
-Tað kann skaða okkara umdømi almikið, um vit fara undir at blaka fólk úr landinum, sum hava familju og búðstað her, sigur formaður Sambandsfloksins.

Tekur Javnaðarflokkurin undir við einum sonevndum útlendingastoppi?
-Er talan um ein útlending, sum skal til Føroya at arbeiða, har stórur tørvur er á hansara arbeiðsmegi, haldi eg einki er til hindurs fyri, at hann skal sleppa inn í landið. Er hinvegin talan um útlendingar, ið skulu arbeiða í vinnu, har stórt arbeiðsloysi ræður, haldi eg tað er órímuligt at lova teimum inn. Uttan mun, hvønn politikk samgongan kemur ásamt um, er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit hava fullan stuðul í fólkinum, sigur Kristian Magnussen

Óvist
Spurdur um umdømið hjá føroyingum uttanlands hevur tikið skaða av avgerðunum hjá innlendismálaráðnum seinastu vikurnar, svarar Kaj Leo Johannesen, at tað er ilt at meta um.
-Høvdu vit hildu á við linjuni hjá Innlendismálaráðnum er vandi fyri, at vit skjótt høvdu fingið eitt keðiligt umdømi. Vit mugu hava í geyma, at føroyingar gjøgnum tíðina altíð hava arbeitt nógv í øðrum londum, og tí kunnu vit ikki loyva okkum at fara illa við teimum útlendingum, sum arbeiða her, sigur formaður Sambandsfloksins.