Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Spurningurin hevur ongantíð verið um lógarbrot hjá løgtingsformanninum, men heldur um etiskt brot á avtalu.
Eg eri í iva, um tað tænir gevandi endamáli at halda fram við verandi blaðkjaki um okkara løgtingsvalskipan, men fari heldur at vísa til nakrar av mínum grundgevingum og nakað av tí, eg fyrr og so ofta havi skrivað í bløðum, á Fólkafloksins heimasíðu, og hjá Norðlýsinum um hesi viðurskifti. Onkur av hesum standa inni á míni egnu heimasíðu HYPERLINK "http://www.keldu.com" www.keldu.com.
Løgmaður hevur nú sagt, at hann ætlar at takað málið upp í samgonguni, sum er sjálvsagt. Tingfólk hava ynskt fund um málið, áðrenn nakað hendir.
Tí skal eg bert koma við eini einstakari viðmerking til tað, Heðin D. Poulsen nevnir.
M. a. sigur hann, at fólk hava ført fram, at “Edmund Joensen á ein ella annan hátt forbrýtir seg, um hann leggur uppskotið um eitt valdømi fram” og víðari “....Sambært §22 í stýrisskipanarógini, hevur hvør einstakur limur rætt at leggja fram uppskot um løgtingslóg....”. Hetta er rætt og øllum løgtingslimum kunnugt.
Sjálvur havi eg ikki sæð nakran tosa um “lógarbrot” í hesum viðfangi, men at løgtingsformaðurin uttan nakað, og uttan at samgongufundur hevur verið um eitt so tíðandi og viðbrekið mál, vitandi, at stórur partur av samgonguni er í móti, í treiskni ætlar at leggja uppskot um eitt valdømi á løgting, tá samgonguskjalið, “Breiða semjan”, stutt og greitt sigur, at “”Vallógin verður endurskoðað”, so kallar eingin hetta lógarbrot men at hetta er eitt álvarsligt etiskt brot á avtalu, skal eingin ivi verða um. At hetta pettið í samgonguskjalinum er so stutt, hevur sína orsøk.
Gjølligt umhugsni
Í einum eru Heðin og eg í øllum førum samdir, tað er, at broyta eina vallóg so radikalt, skal hava drúgvar gjøgnumgongdir og gjølliga umhugsan, hvørjar avleiðingar standast av hesum sum heild, samstundis sum lógir, kunngerðir og bygnaðir verða gjøllað kannað, men tað eigur ikki at vera orsøk til, at málið ikki kann leggjast fram við skili.
Gønland, og tal av atkvøðum uppá løgtingslimin í hvørjum valdømi sær í Føroyum, hevur so ofta verið uppi at venda, og har er einki nýtt í greinini, tí tími eg ikki at gera nakrar víðari viðmerkingar til tað uttan at siga, at ein orsøk til, at grønlendska vallógin, sum hevur víst seg tærandi fyri økini uttanfyri Nuuk, ikki aftur er broytt, er kanska júst tí, at tað tekur drúgva tíð at broyta ella endurbroyta eina landsvallóg. Í øðrum lagi kann hugsast, at ein orsøk kann vera, at tað ídag búgva 23 tingfólk av 31 í høvuðsstaðnum Nuuk.
Samstundis, sum eg fari at biðja Heðin, um hann hevur áhuga í mínum grundgevingum, at lesa tað eg fyrr og so ofta havi skrivað, fari eg at heita á hann – og onnur - um at lesa frálíku greinina hjá fyrrverandi formanni Fólkafloksins, Jógvan Sundstein, “Føroyar eitt valdømi. Hvat er demokratiskt?”. Henda greinin stóð at lesa í Sosialinum 30. apríl 2007.