Skulu steðga bakspælarunum

- Seinast høvdu vit sera gott tak á teirra vongspælarum, so nú mugu vit royna at steðga teirra bakspælarum eisini. Hetta sigur Rannvá Johannesen hjá VB, sum væntar sær eina spennandi finalu ímóti Stjørnuni

HONDBÓLTUR

Fyri nøkrum árum síðani vóru tað VB og Stjørnan, sum myndaðu oddin í bestu kvinnudeildini í Føroyum. Dystirnir ímillum hesi bæði liðini vóru altíð ótrúliga spennandi. Sjálvt um VB ikki hevur fingið so góð úrslit síðstu árini, so plaga dystirnir ímillum VB og Stjørnuna altíð at vera spennandi, og tað verður steypafinalan í ár helst eisini.
VB var ikki partur av steypafinaluni hjá kvinnum í fjør, tá Neistin og Stjørnan brustu saman. Í ár eru tær tó aftur við í finaluni, har tær skulu møta Stjørnuni. Vegurin til finaluna var tó ikki so lættur. Tær fingu eina dreymabyrjan, tá tær vunnu við seks málum á Kyndli í Havn í fyrru hálvfinaluni, men á heimavølli mundi gingið galið. Her førdi Kyndil við átta málum eitt skifti í seinnahálvleiki, men VB fekk akkurát minka um kyndilsleiðsluna so mikið, at tær sluppu í steypafinaluna. Kyndil vann dystin við fimm málum, men VB var klárt til finaluna.

Gurið kemur heim
Rannvá Johannesen hjá VB væntar sær ein sera spennandi finaludyst ímóti Stjørnuni leygardagin.
- Tað verður ein spennandi dystur. Vit eru sera uppsettar til dystin, og dystirnir ímillum okkum og Stjørnuna eru ofta sera spennandi. Eg vænti, at finalan verður merkt av nervum fyrstu løtuna, og so er spurningurin, hvør sleppur fyrst av við teir. Eitt er tó sikkurt, vit ætla okkum at vinna dystin.
VB hevur fleiri góðar leikarar í hópinum, men liðið fær ein stóran styrk til steypafinaluna. Tá kemur Gurið Mortensen nevniliga heim, og Rannvá dylir ikki fyri, at Gurið kann gerast ein týdningarmikil leikari.
- Gurið hevur nógv at siga, serliga í slíkum dystum. Hon torir at fara sjálv, og er ikki bangin fyri at taka ávísar møguleikar. Hon kann fáa stóran týdning fyri okkum í hesum dystinum.

Gott tak á teimum seinast
Tað er ikki so langt síðani, at VB og Stjørnan møttust seinast. Tá brustu liðini saman í Vági, og hesin dysturin gjørdist sera spennandi. Stjørnan vann at enda við einum máli, men dysturin kundi koppað báðar vegir.
Rannvá heldur, at VB hevði gott tak á Stjørnuni henda dagin.
- Tann dystin høvdu vit ótrúliga gott tak á teirra vengrum, og vit kláraðu at steðga teirra trýsti frá vengrunum. Tá høvdu vit tó trupulleikar av teirra bakspælarum, og hetta skulu vit bøta um í steypafinaluni. Her skulu vit hava eitt serliga vaki eyga við Alinu Olaru og Simonu Petersen, sum eru ótrúliga sterkar.
- Annars vænti eg, at málverjarnir kunnu fáa stóran týdning fyri ein slíkan dyst. Til tíðir kunnu teir taka broddin av mótstøðuliðunum, og hetta kann blíva avgerandi í finaluni, sigur Rannvá.
At enda sigur hon, at verjan hjá VB fer at hava stóran týdning í hesum dystinum.
- Verjan hjá okkum kemur at hava nógv at siga. Vit mugu bara fara út á vøllin og geva alt tað, vit eiga, og so mugu vit vóna, at vit fara at vinna dystin.