Høgni Mohr, sum saman við Hannusi Petersen framdi tað bragd, at bjarga ellivu ára gamla Kjartani Festirstein, sum var dottin á sjógv í illveðrinum. Satt at siga, so var tað óðamannaverk at fara á sjógv [...] og segði við Harran, at nú stuðlar tú okkum í hesum, og tað gav mær dirvi at halda fram, sigur Høgni og leggur afturat, at frá teimum, sum stóðu á landi hevur hann fingið at vita, at tað stilti av, meðan [...] Kortini dylir Høgni ikki fyri, at tað vóru góðu svimjievnini hjá Hannusi, sum gjørdu størsta munin. ? Hannus leyp á bláman stutt eftir at eg gjørdi, men tað var beinanvegin, at hann fór fram um meg. Hann svam
"Brødrene Olsen", at teir eru vorðnir kendir. Hesir báðir navnframu brøður hava fingist við tónleik í longri tíð nú, og tað er kanska onkur, sum minnist teir heilt afturi í sjeytiárunum. Tað var sum øllum kunnugt [...] "Smuk som et stjerneskud" ella "Wings of love", at beiggjarnir vunnu kappingarnar og eisini hjørtuni á mongum, og hetta hevur merkt, at beiggjarnir so at siga síðani hetta hava merkt ein stóran áhuga fyri [...] tónleiki. Eisini hevði hetta við sær, at teir fingu høvið til at geva eina nýggja fløgu út, sum heldur ikki hevur verið lítið spæld. Gleða seg nógv Tað eydnaðist Sosialinum at hitta Noller Olsen í telefonini
hevur leingi snúð seg um bert at vera ímóti tí, sum samgongan arbeiðir við, ella at royna at seta kílar millum samgonguflokkarnar. Ein háttur sum ofta verður brúktur er, at andstøðan leggur lógaruppskot [...] fólkini at stjórnað landinum. Í Bretlandi verður hetta nevnt "shadow cabinet" ella skugga-landsstýri. Hetta vil siga, at hendan skugga-stjórn roynir at vera virkin og at taka støðu til tað sama sum veruliga [...] t fyri tingið við tí vón, at onkur einstakur samgongutinglimur fer at atkvøða móti sínum egna flokki saman við andstøðuni. Ikki tí at andstøðan sjálv møguliga er so øgiliga áhugað í hesum evni, men áhugamálið
til ráða at taka. Fundurin var bara fyri tey, sum staðið høvdu blokaduvakt, og annars varða av arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli. Ikki vilja tey siga nakað um, hvat gjørt verður annað enn, at enn er [...] verður hetta av summum líka nógv roknað sum ein styrkiroynd mótvegis løgregluni, sum nakað annað. Tað verður sagt í rúgvuni, at tað er ikki óvist, at løgreglan fer at handtaka Ingeborg og kanska eisini Vígdis [...] ar í Bygdarhúsinum í Kollafirði hósdagin. Og fyri at vísa, at vekt og meining er aftan fyri tiltøkini, fór øll gongan ein túr fram í Dal at hyggja at staðnum, har løgreglan kvøldið fyri rak blokaduvaktirnar
hesa gongdina er, er ilt at gita um. Staðfestast kann tó, at tað ganga nógvar søgur um bæði passini. Eitt nú siga fleiri, at tey velja tað reyða ES-passið, tí tað skal vera verri at sleppa inn í summi lond [...] møguligt hjá føroyingum at velja, um teir vildu hava eitt reytt danskt ES-pass, ella eitt av grønu, føroysku passunum. Men nú gott 13 ár seinni, sær tað út sum, at føroyska passið er við at avtaka seg sjálvt [...] móti 83,6 prosentum. Hetta merkir tað sama sum, at fyri hvørji seks, sum biðja um pass, biðja fimm um eitt ES-pass og ein um eitt føroyskt pass. Støðug gongd At býtið millum føroysk og ES-pass er so markant
høvi plaga vit at bjóða læknum ella professarum, sum granska í sjúkuni, og tað hevur mangan verið áhugavert at lurtað eftir tí, teir hava at siga, sigur formaðurin. Cøliakifelagið, sum er stovnað í 1990 [...] Føroyum, sum hava fingið staðfest sjúkuna, cøliaki, sigur formaðurin. Anne Gretha, sum sjálv hevur cøliaki og var við, tá ið felagið varð stovnað, sigur, at tey stríddust við at fáa felagið upp at standa [...] serliga børn, sum hava cøliaki, ið er ein maga og tarmsjúka. Tey, sum gerast sjúk, skulu ikki eta mjøl, eitt nú hveiti, havra, bygg og rug. - Men fólk kunnu saktans gerast frísk aftur ? so frísk, at tey aftur
ljóðað, at norsk, íslendsk og kinesisk handilskartel eru til reiðar at leggja mest sum ørandi upphæddir á borðið, fyri at fáa fatur á krúndiamantinum í Eileri Jacobsen og synunum. Men sjálvir siga eigararnir [...] øllum førum ikki sjálvir nakran áhuga í at selja. Vit høvdu eitt keðiligt bein, sum nú er sagað burtur, og tað virksemi, sum nú er í felagnum, er avgjørt ikki nakað, sum vit vilja sleppa okkum av við. Vit eru [...] er á ongan hátt tað, sum stendur fremst í huganum, staðfestir hann við tilvísing til Sólborg, sum ikki longur er í felagnum. Men eru søgurnar sannar, eru fleiri hundrað milliónir, sum tit kunnu skora, um
– Hetta er tað mesta sentrala, sum eg dugi at lesa í allari Bíbliuni – at Jesus gjørdi alt hetta, fyri at taka okkara skuld uppá seg, sigur Leivur í Buð, sum samstundis fegnast um góða talið av kirkjugangarum [...] mína synd upp á Golgata kross. – Og tað týdningarmesta við hesum er, at vit her fáa greitt at vita, at Jesus gjørdi alt hetta, fyri at tú og eg kunnu verða frelstir, slær hann fast. Hetta mikukvøldið í farnu [...] komu og handtóku Jesus fyri at døma hann. Hann bað teir um at taka seg, men lata vinir sínar fara. Soleiðis vísti hann teimum sín kærleika, og at tað var hansara uppgáva at ganga í deyðan fyri teir. –
hjávinnunum, sum eru trolvirkir, skipasmíð, trollemmavirki o.l. Í øðrum londum sæst ofta, at hjávinnurnar vaksa upp og gerast so stórar, at tær fáa týdning sum ein høvuðsvinna. Hetta vil í Føroyum siga, at virkir [...] kapping Orsøkin til at samfelagið er í kapping við onnur samfeløg er, at allar tær føroysku fyritøkurnar hava somu fortreytir at arbeiða undir í Føroyum. Um tær somu fyritøkurnar høvdu valt at lagt seg í einum [...] fortreytir at arbeitt undir. Sostatt er kappingin millum samfeløg ein kapping um at bjóða fyritøkunum best møguligar arbeiðsumstøður, soleiðis at flest møguligar vinnufyritøkur vilja velja at leggja sítt
aðrar, men líkt er til, at Uni ikki heldur hetta hevur nakran týdning. Onkur nevndi á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, at bankastjóri skal hava sagt fyri 15 árum síðani, at best var at niðurleggja pelagiska [...] Hickman og Silva, sum skrivaðu “Den dynamiske virksomhed”, kom út í 1984, siga m.a. at “Skapanar-inlit er ein treyt fyri nýggjum uppfinningum”. Vit eiga hóast alt ikki so fá hugsjónarfólk, sum búgva, hava hugsað [...] 960 mió. privatar tænastur við 2.2 mia. og sum katakongur eru almennar tænastur við 2.3 mia. krónum. Konservativt, fyri at brúka orðini hjá Una, kann sigast, at fiskivinnan í øllum førum fyri 70% viðkomandi