Eftir at hava lagt greinina hjá Una Arge, “Føroyar í politiskum kyksendi” í Dimmalætting 18. september, frá mær, spurdi eg meg sjálvan: “Liva vit veruliga í einum samfelag, har alt er so út av allari leið”?
Hóast lýsingin av Føroyum og lýsingarorðini annars vóru bæði víðfevnd og negativ, fari eg bert, fyribils í øllum førum, at taka eitt brot úr rokanum.
Hann sigur: “Fiskivinnan bindur túsuntals fólk til eina framleiðslu, sum gevur hall, hóast fiskimenn fáa 14 prosent í skattalætta. Hvussu nógva meining gevur tað?” Fari at bíða við brotinum um “Átrúna..”, sum eg helst geri viðmerking til seinni.
Onki nýtt liggur í staðfestingunum í hesum báðum tættum hjá ávísum umhvørvi, men heldur verða teir oftari nevndir og vanliga óundirbygdir flosklar.
Synergieffektin av fiskivinnuni
Seinastu árini er talið á teimum, sum beinleiðis arbeiða í fiskivinnuni lækkað við fleiri túsund fólkum, m.a. tí tøknifrøðin vinnur inn. Helst eru “bert” eini 4.000 fólk av 26.000 eftir í okkara høvuðs útflutningsvinnu.
Hyggja vit at lønarútgjaldingunum í 2007, fór fiskivinnan o.o. ráðevnisátøk við smáum 1.5 mia. krónum av eini heildarúgjalding í lønum nakað undir 7 mia. kr., ella stívliga 21 prosentum.
Í 2007 var útflutningur føroyinga 4 milliardir krónur. Fiskavørur áttu 95% av útflutninginum, aðrar vørur 136 mió. krónur og skip 93 mió. krónur ella 5%.
Synergieffektin ella kringárinini av hesum útflutningi útloysa, umframt fiskivinnuna, eina lønarmongd uml. smáar 5,5 mia. krónur. Byggivinnan fer við 960 mió. privatar tænastur við 2.2 mia. og sum katakongur eru almennar tænastur við 2.3 mia. krónum.
Konservativt, fyri at brúka orðini hjá Una, kann sigast, at fiskivinnan í øllum førum fyri 70% viðkomandi beinleiðis og óbeinleiðis eigur lívið í føroyska samfelagnum. Henda vinna, sum Uni og hansara mongu líkar siga, gevur hall. Danski blokkurin, ikki at gloyma, eigur sín part.
Hørð kapping uttanífrá
Sjálvandi geva partar av fiskivinnuni hall av og á og onkrar hóðra ikki undan, men tað er hjálparleyst og óbúgvið at sleingja út, at “Fiskivinnan gevur hall...”!
Eitt afturat, sum Uni og samsintir gloyma, er hørðu kappingina uttanífrá, tá tey harmast um 14% skattalættan hjá sjómonnum. Vit missa dagliga dugnaligar sjómenn til Noregs og aðrar, men líkt er til, at Uni ikki heldur hetta hevur nakran týdning.
Onkur nevndi á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, at bankastjóri skal hava sagt fyri 15 árum síðani, at best var at niðurleggja pelagiska flotan, tí hann einki gav. Sjálvur minnist eg ikki hesa útsøgn. Henda vinna hevur síðani givið gylt við framskygdum hugsjónarfólki, við nýggjum kostnaðarmiklum skipum og framkomnari tøkni.
Amerikansku úrmælingarnir Hickman og Silva, sum skrivaðu “Den dynamiske virksomhed”, kom út í 1984, siga m.a. at “Skapanar-inlit er ein treyt fyri nýggjum uppfinningum”. Vit eiga hóast alt ikki so fá hugsjónarfólk, sum búgva, hava hugsað og satsað her á landi, eisini uttanfyri fiskivinnuna, men sum Albert Einstein skal hava sagt, at: “Innliving er meiri umráðandi enn kunnleiki”! Hetta kann sigast um mangar føroyingar.
Politikarar eru politikarar
Hinvegin eiga vit ov nógv av fólki, sum eru droymarar, sum í ólukkumát geva politikarum skuldina. Politikarar eru, sum teir eru og fara at verða, ikki bara í Føroyum. Set teg inn í ummælini teir fáa í øðrum londum.
Nei Uni og samsintir, ið kanska liva í vardum umhvørvi: “Fiskivinnan gevur ikki hall, men eigur enn grundarlagið undir føroyska samfelagnum, og er avgjørt eingin forðan fyri, at bæði leik og lærd kunnu koma heimaftur úr útlondum og gera seg galdandi”!
Eisini tænir tað fiskivinnuni til heiðurs, at vit lutfalsliga eru komnir so langt á leið í oljuvinnuni og í íløgum annars.
Tað eru eisini heilt onnur viðurskifti en ”konservatisma”, sum ger, at vit ikki eru komin uppaftur longri fram, tað kann vendast aftur til seinni.