Føroyar í altjóða kapping

Vinnupolitikkurin skal leggjast eftir at beina burtur forðingar hjá vinnulívinum, so vinnulívið fær best møguligu karmar at virka undir. At siga at eingin kapping er millum samfeløg er heilt burturvið.

Í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður sagt, at politikkurin hjá Vinnumálaráðnum er heilt skeivur, tí hann tekur støði í at Føroyar eru í kapping við onnur lond.
Búskaparráðið sigur: "Her [á vørumarknaðinum] kappast øll móti øllum uttan mun til landamørk. Tí er eingin meining í at tosa um kapping millum tjóðir á fiskamarknaðinum".
Somuleiðis endar Búskaparráðið frágreiðingina við: "Høvuðsorsøkin til skeiva vinnupolitikkin er tann grundleggjandi skeiva uppfatan, at samfeløg eru í altjóða kapping á sama hátt sum fyritøkur í altjóða kapping ..."
Eg eri als ikki samdur við kritikkin hjá Búskaparáðnum. Eftir míni áskoðan er føroyski búskapurin í kapping við onnur lond og skal vinnupolitikkurin leggjast til rættis eftir hesum veruleika.

Samfeløg í kapping
Orsøkin til at samfelagið er í kapping við onnur samfeløg er, at allar tær føroysku fyritøkurnar hava somu fortreytir at arbeiða undir í Føroyum. Um tær somu fyritøkurnar høvdu valt at lagt seg í einum øðrum samfelag, vildu tær havt aðrar, møguliga betri, fortreytir at arbeitt undir.
Sostatt er kappingin millum samfeløg ein kapping um at bjóða fyritøkunum best møguligar arbeiðsumstøður, soleiðis at flest møguligar vinnufyritøkur vilja velja at leggja sítt virksemi i júst hesum samfelagnum og ikki í einum øðrum landi.

Munur á samfeløgum
Tá ein fyritøka skal kappast á altjóða marknaðunum, kann tað hava sera stóran týdning fyri kappingarførið hjá fyritøkuni, um tað velur eitt land at leggja seg í, ella um tað velur eitt annað land.
Tað sum er avgerðandi fyri kappingarførið er framleiðslukostnaðirnir. Her er talan um prís á rávøru, lønarlag, útbúgvin arbeiðsmegi, flutningskostnaður o.l.
Eitt samfelag kann sostatt kappast við onnur samfeløg við at bjóða betri umstøður fyri fyritøkurnar.

Vinnupolitikkurin
Vinnupolitikkurin má hava sum mál, at føroysku virkini skulu vera millum tey mest kappingarføru í heiminum. Tí skal vinnupolitikkurin innihalda tiltøk, sum eru privatu vinnuni at gagni og sum harvið økir okkara livistøði og vælferð.
Vinnupolitikkurin skal sostatt leggjast eftir at beina burtur forðingar hjá vinnulívinum, so vinnulívið fær best møguligu karmar at virka undir.

Hvørjar vinnur?
Kanningar vísa, at tey londini sum leggja seg eftir at betra kappingarførið hjá høvuðsvinnuni og hjávinnum hjá høvuðsvinnuni, klára seg væl í altjóða kappingini.
Hetta vil í Føroyum siga, at vit skulu leggja okkum eftir at betra um kappingarførið hjá fiski-, flaka- og alivinnuni, sum jú eru okkara høvuðsvinnur. Harumframt skulu vit betra um kappingarførið hjá hjávinnunum, sum eru trolvirkir, skipasmíð, trollemmavirki o.l.
Í øðrum londum sæst ofta, at hjávinnurnar vaksa upp og gerast so stórar, at tær fáa týdning sum ein høvuðsvinna. Hetta vil í Føroyum siga, at virkir, sum lata vørur og tænastur til høvuðsvinnurnar, møguliga kunnu gerast ein munagóð útflutningsvinna.
Vit skulu sostatt, efit míni meining, ikki hyggja droymandi eftir fjarskotnum nýggjum høvuðsvinnum, men heldur leggja okkum eftir at útvikla tær vinnurnar vit hava, soleiðis at onkur av hjávinnunum kann vaksa upp til at gerast ein nýggj høvuðsvinna saman við hinum høvuðsvinnunum.

Útbúgving og gransking
Vinnupolitikkurin skal ikki vera studningur til vinnulívið, tí tað vísir seg at avlaga vinnubygnaðin og elvir til ineffektivitet. Í staðin skal vinnulívspolitikkurin leggja seg eftir at beina burtur forðingar. Hetta kann t.d. vera útbúgvingar og gransking innan tey øki sum vinnan hevur brúk fyri. Talan kan eisini vera um at broyta kostnaðarstøðið. T.d. fór telekommunikatiónskostnaðurin niður tá Føroya Tele bleiv gjørt til partafelag og onnur feløg komu inn á marknaðin. Kann tað á sama hátt hugsast, at um SEV fær kapping, so fór orkuprísurin niður? Hetta hevði bøtt munandi um kappingarførið hjá vinnuni - øllum vinnum, ikki einans útflutningsvinnuni.

Naohiro Amaya
At enda vil eg endurtaka orðini hjá fyriverandi vara-ídnaðarmálaráðharranum í Japan, Naohiro Amaya: "Vinnulívsfólk dáma ikki væl at taka vágan av at nýta pening til gransking og nýútviklan. Tá tann ósjónliga hondin sostatt ikki syrgir fyri at tað verður granska og útvikla, so má tann sjónliga hondin syrgja fyri tí."
Hervið er eisini staðfest, at tað almenna eigur at hava ein aktivan vinnupolitikk, tí politikkurin kann gerast avgerandi fyri at okkara livistøði gerst betur.