sum ikki er rakt av verkfalli yvirhøvur, inn í verkfalsrakt øki. Av tí sama hevur vegurin við rundkoyringina og við Statoil støðina í Kollafirði á Lambareiði og í Fuglafirði verið avbyrgdur, umframt havnirnar [...] Tá ið við so komu á støðini, har vegirnir vórui avbyrgdir, var tað mesta longu ruddað av vegnum. Politiið flutti síðani kaðalrullur, dekk, tunnur, o.a., sum varð brúkt at byrja vegirnar av við, burtur [...] tekin um, harðskapur fór at taka seg upp, sigur Jón Klein Olsen. Við 4rundkoyringina í Kollafirði vóru eini 30-40 fólk og sama tal av bilum, við Statoilstøðina vóru 10 fólk og 3-4 bilar, í Fuglafirði, 7 fólk
enn einferð við buldur og brak roynt at sagt okkum, hvussu óneyðugur ríkisstuðulin og samstarvið við Danmark er, og at alt hetta má fáa ein enda ongantí ov skjótt. Og nú koma teir aftur við einari nýggjari [...] eitt mál, enn at tit seta tykkum at jonglera við prosentum við eittans endamáli at dylja veruleikan? Hetta er propaganda av versta slag, sum tit, sum sita við politisku leiðsluna, áttu at hildið tykkum langt [...] inntøkurnar minka við 600 mió. kr. 2004: inntøkurnar minka við 800 mió. kr. 2005: inntøkurnar minka við 1000 mió. kr. Ella hvat merkir tað fyri føroysku vælferðina, at vit eftir fýra árum taka á leið 2
gjáramorgunin og máttu tí norður. Tað kom eisini fjáltur á áttanda flokk á Tvøroyri, sum skuldi við Norrønu í gjáramorgunin, tí tey skuldu til Danmarkar í seturskúla. Eisini onnur høvdu gingu við pakkaðum kufferti [...] høvdu fleiri bátar loyst frá landi í Suðuroy við kós ímóti Havnini, ella Sandoynni. Eitt nú fóru bæði Rankin og Anita av Tvøroyri til Havnar og høvdu fólk við, m.a. skúlaflokkin, sum skuldi á seturskúla [...] sleppa til Havnar, so at hon slapp av aftur landinum. Og nú lá hon aftur føst í Suðuroynni og skuldi við Norrønu í gjáramorgunin. Men sjálvdan eru fólk ráðaleys, tá ið tað leikar á. Tað vóru tey heldur ikki
tey skulu krevja javnbjóðis rættindi við aðrar borgarar í samfelagnum. Tí skal tað vera okkara áheitan á feløgini um at brúka komandi tvey árini til at finna saman við tí fyri eygað at draga eina og somu [...] høvuðsmálunum undir samráðingunum frá byrjan hevur verið at fáa vanligum arbeiðsfólki eina lønarskipan við starvstíð, nakað, sum jú er galdandi fyri aðrar lønarbólkar, eitt nú fyri tey, sum arbeiða hjá tí almenna [...] gjørdist tann, sum arbeiðarafeløgini høvdu sett sær sum mál er so eitt úrslit av, at arbeiðsgevararnir máttu geva seg í starvstíðarmálinum. Tað er greitt, at verkfallið hevur kostað hjá bæði vinnulívi og limum
løtuna av dystinum var heldur ikki nakað, sum bendi á, at HB fór at gera stórvegis við sumbingar. Havnarmenninir máttu vera fleiri av føstu leikarunum fyriuttan, og spæl teirra var eisini sera varligt fyrstu [...] ikki megna at sett sín dám á oddin í aðru deild hetta kappingarárið. Fleiri ferðir hevur verið nær við og næstan, og tí høvdu teir ætlað, at hesa ferð skuldi tað verða, tá HB kom á vitjan leygardagin. Áttu [...] skuldi eydnast sumbingum at vinna. Teir sótu framvegis á øllum, og teir fingu eisini økt um munin, við einum máli frá Eiriki Joensen. Uppskriftin var aftur hin sama, tí eftir at hornaspark fekk havnarverjan
lata aldursviðbót omaná eina so stóra lønarhækking, sum longu lá á borðinum frammanundan. ? Men vit máttu ásanna, at hetta skilaleysa og ábyrgdarleysa verkfallið var um at beina fyri alivinnuni í Føroyum [...] sáttmálaøki hjá Føroya Arbeiðarafelag , tí neyðuga støðufesti ikki er til staðar. ? Hinvegin kann roknast við, at Klaksvíkin og Havnin verða tikin fram um, tá ið virkisøki skal veljast, tí har eru samráðingarnar [...] breiða seg ótálmað um alt landið. Tað hevði neyvan gingið, men ILA-støðan í Føroyum kann samanberast við tað, sigur Vilhelm Johannesen. Hann viðgongur, at hetta var ein orsøk til, at Føroya Arbeiðsgevarafelagið
kappingini, men sum hava havt stuttleikan av at spæla við hesum stórleikarum. Tomislav Sivic og Alexander Djordjevic hava báðir verið liðfelagar við fleiri av hesum leikarum, og sjálvandi er tað tí nakað [...] Liðskipari Alexander Djordjevic, hevur eins og Tomislav spælt á liði saman við fleiri av leikarunum hjá Jugoslavia. Bæði við FK Partizan, sum er hitt stóra felagið í Jugoslavia, og eisini á U-21 landsliðnum [...] hvørgin teirra roknar við, at jugoslavar fara at fáa nakran lættan dyst. Tá vit spyrja, um teir hava gjørt sær nakra hómin um úrslitið, vísir Tomislav til eitt prát, sum hann hevði við eitt jugoslaviskt blað
1934. Tað var við Bjørgvin, sum fór til Grønlands. Eg var við Bjørgvin í trý ár, áðrenn eg fór við Polarfarinum, greiðir Dorus frá. Sigldi øll krígsárini Dorus sigldi øll krígsárini við Fimm Systrum. Teir [...] eg kundi fáa kjans við Fimm Systrum. Hann hevði trupulleikar við at fáa fólk, og tí slapp eg sjálvandi við. Tað var kríggj, men tað vit máttu halda áfram. Tað bar ikki til bara at gevast á hondum, sigur [...] krónur fyri meturin, og hann fekk arbeiðið. Síðani tá hevur hann tykist við graviarbeiði av ymsum slagi. ? Alt skuldi gerast við hond. Vit høvdu ongar maskinur, so tað var strævið at grava fyri káplunum
hevur fylgt sera væl við, hvussu tað hevur gingist hjá soninum. - Nú hevur Todi spælt fótbólt síðani hann var seks ára gamal, og eg havi altíð fylgt væl við. Bæði meðan hann spældi við KÍ og B36 fylgdi eg [...] eg altíð væl við, og sjálvandi havi eg eisini gjørt tað, meðan hann hevur spælt niðri. - Sjónvarpið plagar jú at senda frá dystunum, men vit máttu so keypa eina størri parabol, fyri at síggja 3+. Teir senda [...] hon havt eina risa stóra uppliving. - Tað var kanska eitt sindur ringt í byrjanini, tí Todi ikki var við, men hann kom so á vøllin seinni, tá alt skuldi feirast. Spenningurin var eisini øgiliga stórur hjá
superliguni. Við rygginum móti málinum tók Sibusiso Zuma ímóti einum innleggi, og uttan at nakar Brøndby leikari fekk gjørt stórvegis við tað, lat hann bóltin hoppa eina ferð á bringuni, áðrenn hann við einum [...] vøllina. Ílætnir hvør sína gull-littari troyggju, og við hópin av stórum sjampanju-fløskum og Carlsberg-gløsum runnu teir eina heiðursrundu, sum varð endað við at leikararnir fóru upp á ein pall, har teir dansandi [...] nakran heilt vanligan dyst. Taxa bilarnir sluppu als ikki nær námind leikvøllinum, so áskoðararnir máttu ganga eitt fitt petti, samstundis sum tey kundu eygleiða stóra politistaliðið, sum royndi at halda