Jóannes Eidesgaard
????????????
Kropp á kroppi koma teir fram í fjølmiðlunum og smyrja seg við, hvussu lítlan týdning ríkisstuðulin hevur fyri føroyska búskapin, og hvussu skaðiligt okkara samstarv við Danmark er. Men hvat er tað, sum fær júst somu menn ikki at tora at fremja tað í verki, sum teir siga er einasta bjargingin fyri føroyska samfelagið?
Rættiliga avgerandi er tað fyri trúvirðið hjá einum politikkara, at hann roynir at seta tað í verk, sum hann veruliga sigur seg trúgva uppá. At hann ikki bara buldrar sum ein onnur tóm tunna um tað, sum hann heldur er best fyri land og fólk, men at hann setur gerning aftan fyri orðini. Øll minnast vit orðini hjá fræga svenska javnaðarmanninum Olof Palme, at politkkur er at vilja.
Politisku tvíburðarnir Torbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal hava enn einferð við buldur og brak roynt at sagt okkum, hvussu óneyðugur ríkisstuðulin og samstarvið við Danmark er, og at alt hetta má fáa ein enda ongantí ov skjótt.
Og nú koma teir aftur við einari nýggjari búskaparligari opinbáring, at blokkurin er bert 4% av føroyska búskapinum. Og sum Høgni Hoydal tekur til, føroyingar eru bert 4% frá sjálvbjargni, tí nú hevur onkur búskaparfrøðingur billað honum inn, at tað psykologiskt virkar betur at seta brúkta ríkisstuðilin í mun til BTÚ. Teir hava funnið fram til, at hetta virkar meira sannførandi heldur enn at seta ríkisstuðulin í mun til samlaðu inntøkurnar á fíggjarlógini, tí tá er prosentið ræðandi høgt.
Men tað er ósømiligt at káma burtur ein veruleika, sum allir føroyingar kunnu forhalda seg til. Og so annars ikki eitt orð um, at tað, sum teir kalla óbrúktur ríkisstuðul, er medvirkandi til at økja um ognina í Landsbankanum. Og ikki eitt orð um sokallaðu multiplikatoreffektina av ríkisstuðulinum og donskum lønum annars í Føroyum.
Fyri at siga tað stutt, so er greinin hjá Høgna Hoydal í gjár, sum er eitt ekko av greinini hjá Torbirni, ein grov manipulatión av veruleikanum og als ikki nakað sum sømir seg einum politikkara, sum gjarna vil kallast ábyrgdafullur. Hette er propaganda, so tað stendur eftir - og enn er valstríðið ikki byrjað. Men hin vegin vit hava jú havt eitt propagandaministeriið alt valskeiðið, so hví ikki eisini nú.
Hetta minnir mest av øllum um, tá kollfirðingurin á sinni skuldi keypa komfýr. Hann fekk at vita, at nýggi komfýrurin brendi bara helvtina av tí , sum aðrir gjørdu. Tá meinti kollfirðirngurin, at hann átti at umhugsað ar keypt tveir, tí so brendi hann als einki. Men hetta minnir eisini ræðandi nógv um ta tíðina í 80´unum, tá ein ávísur fíggjarmálaráðharri ikki fekk vent sær fyri teimum yvirfyltu grunnunum, sum vóru. Vit vóru so ríkir, at alt bar til, men hvat hendi bert fá ár aftaná? Og hetta minnir eisini um tíðina beint eftir kríggið, tá føroyingar áttu so nógvar pengar, at vit máttu loysa sum skjótast, tí einki var óført fyri stutt eftir at uppliva, at djúp kreppa rakti landið, har m.a. Sjóvinnubankin fór á heysin fyrstu ferð.
Men álvaratos, er Føroya framtíð ikki størri eitt mál, enn at tit seta tykkum at jonglera við prosentum við eittans endamáli at dylja veruleikan? Hetta er propaganda av versta slag, sum tit, sum sita við politisku leiðsluna, áttu at hildið tykkum langt frá, men heldur sakliga og skilliga komið út og sagt fólki frá, hvørjar avleiðingarnar verða. Tit eiga próvbyrðuna, men hava tit í felag runnið undan henni.
Hvat við heldur at svara føroyingum spurninginum, hvat tað merkir fyri komandi árini, at inntøkasíðan á fíggjarlógin verða skerd soleiðis:
2002: inntøkurnar minka við 400 mió. kr.
2003: inntøkurnar minka við 600 mió. kr.
2004: inntøkurnar minka við 800 mió. kr.
2005: inntøkurnar minka við 1000 mió. kr.
Ella hvat merkir tað fyri føroysku vælferðina, at vit eftir fýra árum taka á leið 2,8 milliardir krónur burtur úr okkara inntøkum, samstundis sum útreiðslurnar í somu tíð verða hækkaðar hundraðtals milliónir? Svara okkum heldur tí spurninginum?
Høgni Hoydal veit væl, at tað eru búskaparligar framrokningar, sum fráboða ein skelk og eitt hóttarfall í føroyska búskapinum, tá tykkara ætlan verður sett í verk, men tað dylir hann sum mansmorð. Landsstýrið, sum eigur próvbyrðuna, eigur at føra seg fram við sakligum og greiðum uppsetingum av avleiðingunum. Hvat við at siga okkum avleiðingarnar á góðum føroyskum? Hatta, sum Høgni Hoydal nú roynir seg við, minnir ikki sørt um tey fantastisku hugskotini, sum henda leygarmorgun á einum kollegiið aftaná eitt gott kvøld. Men álvaratos, tað er støðan alt ov álvarsom til.
Men tá alt er so ljósareytt, hvat er tað tá, sum heldur tykkum aftur? Meirilutin á Løgtingi sigur ja til loysingina, stjórnin sigur ja til loysingina við ávísum treytum m.a. 4-ára skiftistíð, eitt samt Fólkating sigur ja, men framvegis tora tit ikki at taka stigið.
Andstøðan kann valla vera ein forðan, tí vit eru ein minniluti. So álvaratos Høgni Hoydal, hví tekur tú so ikki stigið - torir tú ikki, nú alt er so greitt. Ella skalt tú brúka títt hatur móti okkum og móti dønum til komandi valstríð?
Alt fleiri føroyingar skíra tykkum fyri tómar tunnur, sum bara buldra, men ikki tora at seta tað í verk, sum tit kalla einastu bjarging okkara. Vóru nøkur mansevnir í tykkum, sum manna samgonguna, so tóku tit loysingina. Vegurin er greiður, einasta forðan er tykkara tørvandi dirvi til at taka politiskar avgerðir.
Eg skal venda aftur til restina av hasi greinini hjá Høgna Hoydal í Sosialinum týsdagin, har hann mest av øllum minnir meg um Frank Dahlgaard fólkatingslim, sum undir spurnarorðaskiftinum í seinastu viku, gjørdi seg fyri skommum við ósakligheitum og nationalistiskum herrópum.