Mamman var og hugdi

Hanna Adam Jónsson var sjálvsagt ovurfegin, tá tað sunnudagin var greitt, at Todi Jónsson og teir í FCK hava tryggjað sær gullmerkini

 

DM-gull


Millum mongu føroysku áskoðararnar, sum sunnudagin vóru í Parkini, var eisini mamma Toda Jónsson, Hanna Adam Jónsson. Hóast hon ikki slapp at síggja sonin royna seg, frøddist hon um úrslitið, og eins og hinir áskoðararnir hevði eisini hon havt eina risa stóra uppliving.

- Tað var kanska eitt sindur ringt í byrjanini, tí Todi ikki var við, men hann kom so á vøllin seinni, tá alt skuldi feirast. Spenningurin var eisini øgiliga stórur hjá mær, tí eg visti, hvussu glaður Todi fór at vera, um hetta fór at lukkast hjá teimum.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Hann er í Danmark at hyggja at fótbólti.

- Nei, vit plaga at fara niður soleiðis av og á. Hetta er triðja ferðin hjá mær hetta kappingarárið, og annars hava fleiri í familjuni verið og vitjað. Eg haldi eisini, at Todi er fegin um vitjanirnar, tí so veit hann, at vit øll stuðla honum.


Keypti nýggja parabol

Hanna sigur annars, at hon alla tíðina hevur fylgt sera væl við, hvussu tað hevur gingist hjá soninum.

- Nú hevur Todi spælt fótbólt síðani hann var seks ára gamal, og eg havi altíð fylgt væl við. Bæði meðan hann spældi við KÍ og B36 fylgdi eg altíð væl við, og sjálvandi havi eg eisini gjørt tað, meðan hann hevur spælt niðri.

- Sjónvarpið plagar jú at senda frá dystunum, men vit máttu so keypa eina størri parabol, fyri at síggja 3+. Teir senda jú beinleiðis frá fleiri dystum, og tá so er, sita vit øll heima í stovuni og fylgja við. Seinni um kvøldið er Onside, so sunnudagarnir hjá okkum fara aloftast fram framman fyri sjónvarpinum.

Eins og flestu hinir føroyingarnir í ferðalagnum, so fór Hanna heim til Føroya mánadagin. Hóast hon væl kundi hugsað sær at sæð seinasta dystin í Odense, so hevur hon ikki stundir til hetta, men nú hevur hon so fingið vissu fyri, at sonurin er vorðin danskur meistari.