Verkfall
Alt gekk friðarliga fyuri seg, tá ið politiið seint mikukvøldið legði upp í verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Ímeðan hesi bæði feløgini hava verið í verkfalli, hava tey tikið sær rætt til at royna at gera verkfallið so effektivt sum gjørligt.
Ein týdningarmikið lið í hesum sambandi hevur verið at byrgja vegir og havnir av, so at ongar varur og ongin farmur verður fluttur úr Havnini, har arbeiðsmenninir ikki eru í verkfalli, og úr Klaksvík, sum ikki er rakt av verkfalli yvirhøvur, inn í verkfalsrakt øki.
Av tí sama hevur vegurin við rundkoyringina og við Statoil støðina í Kollafirði á Lambareiði og í Fuglafirði verið avbyrgdur, umframt havnirnar í Fuglafirði, í Leirvík, samstundis sum vegir og havnir aðrastaðni í landinum eisini hava verið avbyrgt.
Hesum hava nógv ikki viljað latið sær lynda og nógv hava biðið politiið um hjálp.
Men higartil hevur politiið ikki viljað lagt seg út í ósemjuna.
Men týskvøldið gekk sjón fyri søgn, at talan var um eina falska trygd. Tí seint hetta kvøldið fór politiið í holt við eina væl fyrireikaða og samskipaða atsókn ímóti blokadunum hjá teimum báðum arbeiðarafeløgunum.
Fingu eitt korter
?Vit hava fingið nógvar fráboðanir um, at fólk hava verið fyri blokadum, rannsóknum og aðrari, ósømiligari viðferð. Firður og landaskil hava tæi verið illa órógvað kring landið, sigur løgreglan í einum tíðindaskrivi.
Jón Klein Olsen á politistøðini, sigur, at politiið týskvøldiðp var tí politiið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag og boðaðu teimum frá, at byrgingarnar skuldu burtur og gav teimum eitt korter at fáa tær burtur.
?Síðani fóru vit norðureftir. Tá ið við so komu á støðini, har vegirnir vórui avbyrgdir, var tað mesta longu ruddað av vegnum.
Politiið flutti síðani kaðalrullur, dekk, tunnur, o.a., sum varð brúkt at byrja vegirnar av við, burtur.
Løgrelgan var fyrireikað upp á tað versta hetta kvøldið, tí teir vóru væl mannaðir, høvdu hundar við og sjúkrabil til reiðar.
?At hava sjúkrabil til reiðar, er ein partur av fyrireikingum, sum vit eiga at gera í slíkum førum, fyri at vera til reiðar, um nakað skuldi hent. Men vit kenna lyndi í føroyinginum og vóru tískil næstan vís, at tað fór ikki at verða brúk fyri nøkrum av hesum. Og vit fingu rætt, tí alt gekk sera friðarliga fyri seg. Fólk vóru í góðum lag og tað var ongantíð nøkur sum helst tekin um, harðskapur fór at taka seg upp, sigur Jón Klein Olsen.
Við 4rundkoyringina í Kollafirði vóru eini 30-40 fólk og sama tal av bilum, við Statoilstøðina vóru 10 fólk og 3-4 bilar, í Fuglafirði, 7 fólk og 4 bilar og á Lambareiði vóru 3 fólk og 2 bilar og tey fylgdu øll kravboðunum frá løgregluni við góðum.
Síðani politiatsóknina, hevur ferðslan gingið sum vant- og tað er eisini ætlanin, at tað skal hon sleppa.
Hann leggur afturat, at politiið nú hevur víðkað eygleiðingina við verkfallinum fyri at tryggja, at kravboðini um, at ferðslan skal kunna ganga ótarnað, eisini framyvir verða fylgd.
Vil tað siga, at tit hava sett tykkum fyri, at hereftir skulu vegirnir verða opnir?
?Ja.
Jón Klein Olsen sigur, at tað er ongin ivi um, at tað er ólógligt at byrgja vegirnar av og at rannsaka bilarnar hjá fólki.
Hann hevur ongar viðmerkingar til, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag siga, at støðan í Føroyum nú minnir um støðuna í einaræðislondum og at tey fara ikki at bakka. Hann hevur heldur ongar viðmerkingar til aðrar útsagnir hjá Ingeborg Vinther um leiklutin hjá løgregluni.
? Vit eru ikki partur í ósemjuni á arbeiðsmarknaðinum. Okkara einasta uppgáva, er at tryggja lóg og landaskil og í tí arbeiðnum ber tað illa til at vera øllum til vildar. Tað besta vildi verið, um hetta fánaði burtur av sær sjálvum og vit hava eisini bíðað nakrar dagar at vita, um hetta ikki loysti seg sjálvt.
? Tá ið tað ikki vísti seg, máttu vit gera okkara skyldu, sigur Jón Klein Olsen.