er staðfest, og er tað okkara skylda at gera okkara ítasta fyri at forða rottu at fáa fótin fyri seg í hesum oyggjum, og at týna rottuna, har hon longu er. Umframt at allir luttakararnir fáa skjáttuna fulla [...] eisini eitt gylt høvi til at knýta sambond millum luttakararnar, sum uttan iva fer at hava stóran týdning fyri arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum. Okkara vón er at styrkja samskiftið og fakliga [...] m holla vitan um lívfrøðina hjá rottu, hennara livihátt, hvussu man finnur hennara skjól og forðar rottuni at støðast. Harafturat fáa luttakararnir kunnleika um rottueitur, fellur og at rottutryggja bygningar
hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig. Úrslitið av Landsseyðasýningini 2023 verður kunngjørt, og Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya handar virðislønirnar. Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin [...] sungin. Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát. Ætlanin er at stroyma frá tiltakinum. Meir kunning um stroymingina verður løgd út á heimasíðuna hjá Búnaðarstovuni [...] “Nú hvítna tindar fjøllum á”. Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár. Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi greiðir frá
fyri uppskotinum um loysing frá Spania, sum var ímóti grundlógini, í 2017. Lógaruppskotið um atgeva politisku leiðarunum frá uppreistrinum amnesti er sera umstrítt. Undir mótmælunum hava aktivistar havt [...] tjóðartinginum hevur í dag atkvøtt fyri, at virkandi sosialistiski forsætisráðharrin, Pedro Sanchéz, kann halda fram við stjórn síni eitt skeið afturat, og harvið endar naggatódnin, sum hevur valdið síðani [...] við fleiri lokalar flokkar um stuðul til eina nýggja stjórn. Tað hevur givið Sanchéz neyðuga meirilutan millum teir 350 limirnar í undirhúsinum. Avtalurnar fevna millum annað um amnesti til loysingarfólk
føroyingar, jú meira er talan um sjálvdestruktiva atferð, tí hon snýr seg um tað øvugta av at byggja land. Hon snýr seg um spakuliga at niðurlaga tað føroyska samfelagið. Lætt at hava illvilja móti public service [...] Men hesar tænastur fara ongantíð at hjúkla um føroyska mentan, tær fara ikki at savna tjóðina, og tær fara ikki at hava nakran áhuga í at avdúka órættvísi ella hava eftirlit við valdinum í okkara samfelag [...] ar. Og hann hevur ikki skilt, at sparingin kemur orsakað av, at miðlatilfar kostar nógv at framleiða, og at inntøkan hjá stovninum er ov lítil. Vit kunnu ímynda okkum, um sami hugsanarháttur varð brúktur
eisini verður um fyrrapart og seinnapart báðar teir seinnu dagarnar. - So, um fólk síggja vápnaða løgreglu og bilar við Bacalao og niðri í Hoyvíkini hesar tríggjar dagarnar, er talan bara um venjing, sigur [...] vaktleiðarin í morgun. Løgreglan fer at seta upp skelti, sum siga, at her eru venjingar, og vaktleiðarin sigur í morgun, at hetta eru nøkur "konseptir", sum tey fara at venja. Á fundi tíðliga í morgun nágreinaði [...] løgreglan ikki júst, hvat tað er, tey venja, men vaktleiðarin legði aftrat, at hetta er venjingar, sum løgreglan plagar at hava.
móti Føroyum skulu hava kensluna av, at teir koma inn á eitt lið sum hevur spælt eitt sindur saman. So tað vera leikarar sum koma at spæla báðar dystirnar, og tað kemur eisini at vera onkur í hópinum [...] nakað krav frá Manchester City um, at hann eigur at avmarka spælitíðina hjá Haaland hesar komandi dystirnar. Hinvegin staðfestir Solbakken, at Haaland hevur spælt ræðuliga nógvar dystir fyri Manchester City [...] við stóra norska miðilin, at hann umhugsar at hvíla Haaland til venjingardystin móti Føroyum, og heldur geva øðrum møguleikan í hesum venjingardystinum. Solbakken sigur við VG, at tað er ikki komið nakað
svimjihøllini at liva sítt egna lív. Annfinn Brekkstein sigur, at verandi hyljar burturav fara at verða brúktir til borgararnar, og longu í komandi ári fer svimjihøllin at hava meira opið, serliga um vikuskiftini [...] í mentanarnevndini sigur, at málið er, at verkætlanin verður liðug og handað kommununi miðskeiðis næsta summar og í seinasta lagi í september. - Verkætlanin fer at liggja um 235 miljónir krónur í mun til [...] varð ætlað at kosta. Men, hetta er ein heimilað prísøking - um vit so kunnu siga - sum sambært okkara ráðgeving liggur innanfyri rímiligar karmar, tá havt verður í huga, at príshækkingar hava verið, og
Breiðablik hava spælt fýra dystir, Maccabi Tel Aviv og Zorya Luhansk hava spælt tríggjar dystir. 30. november tekur Breiðablik móti Maccabi Tel Aviv á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Breiðablik endar bólkaspælið [...] kom á vøllin tá 78 minuttir vóru leiktir av dystinum. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat var um reppið, at Höskuldur Gunnlaugsson javnaði til 3-3 við einum frísparki, men málverjin hjá Gent vardi væl. [...] Maccabi Tel Aviv á útivølli. Klæmint skoraði bæði málini, og gjørdist sostatt tann fyrsti leikarin at skjóta eitt mál fyri eitt íslendskt lið í einum evropeiskum bólkaspæli. So eisini í íslendskum fótbólti
leysar aftur. ST-leiðararnir heita eisini á báðar partar í stríðnum um at fylgja skyldunum í fólkarættinum, meðan kríggið gongur. Lagt verður aftrat, at neyðugt er at fáa fleiri veitingar inn í Gaza við mati [...] neyðugastu veitingarnar fyri at yvirliva. Tey verða bumbað í sínum heimum, í sínum skjólum, sjúkrahúsum og í samkomuhúsum, skriva ST-leiðararnir. Leiðararnir heita á Hamas um at lata teir umleið 240 gíslarnar [...] øllum teimum týdningarmiklastu ST-stovnunum eru vorðnir samdir um eina felags útsøgn, sum heitir á stríðandi partarnar í krígnum í Gaza um eina humanitera vápnahvíld í stundini. - Í næstan ein mánað hevur
seinasta leikumfarið. Liðið sum endar triðaftast skal spæla Play Off dystir móti einum liði úr triðbestu deildini um rættin at spæla í OBOS-liguni komandi kappingarár. Sandnes endar kappingarárið komandi sunnudag [...] ini í dag. HER ber til at lesa um hvussu Fredrikstad gjørdist staðfestur meistari í deildini í dag. Liðið hjá Rógva Baldvinsson og Noah Mneney, Bryne er nú bert eitt stig frá at røkka sætta plássinum, [...] Sogndal. Megnar Bryne at vinna á Raufoss á útivølli komandi sunnudag, og Sogndal tapir ella spælir javnt móti Mjøndalen á heimavølli endar Bryne á einum sætta plássi, og sleppur at spæla Play Off dystir