ST-stovnar: Vilja hava vápnahvíld í Gaza í stundini

- Tað er neyðugt við einari humaniterari vápnahvíld í stundini, siga toppleiðarar í fleiri týðandi ST-stovnum í einari áheitan á partarnar í stríðnum í Miðeystri.

Toppleiðarar í øllum teimum týdningarmiklastu ST-stovnunum eru vorðnir samdir um eina felags útsøgn, sum heitir á stríðandi partarnar í krígnum í Gaza um eina humanitera vápnahvíld í stundini.

 

- Í næstan ein mánað hevur heimurin verið skakaður av, hvussu støðan hevur broytt seg í Ísrael og í teimum hersettu palestinsku økjunum, og hvussu talið av oyðiløgdum mannalívum er vaksið við nógvari ferð.

Tað eru leiðararnir í eitt nú Unicef, Heimsins Matská (WPF) og Heimsheilsustovninum (WHO), sum lýsa ræðuligu lagnurnar í stríðnum, síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober. 

 

1400 fólk vórðu dripin í álopinum á Ísrael, og sambært ísraelsku myndugleikunum vóru flestu sivifólk.

 

Ísrael hevur svarað aftur við umfatandi og áhaldandi álopum í Gaza, og her hava sambært palestinsku myndugleikunum í minsta lagi 9770 fólk latið lív, flestu sivilfólk sambært Hamas-stýrda Gazageiranum.

 

- Eitt heilt fólk er innistongt og undir álopum í Gaza. Fólkinum verður sýtt neyðugastu veitingarnar fyri at yvirliva. Tey verða bumbað í sínum heimum, í sínum skjólum, sjúkrahúsum og í samkomuhúsum, skriva ST-leiðararnir.

 

Leiðararnir heita á Hamas um at lata teir umleið 240 gíslarnar, sum tiknir vórðu í Ísrael og førdir til Gazageiran, leysar aftur.

 

ST-leiðararnir heita eisini á báðar partar í stríðnum um at fylgja skyldunum í fólkarættinum, meðan kríggið gongur. Lagt verður aftrat, at neyðugt er at fáa fleiri veitingar inn í Gaza við mati, vatni, heilivági og brennievni.

 

- Tað er neyðugt við einari humaniterari vápnahvíld í stundini, siga toppleiðararnir í fleiri týðandi ST-stovnum í áheitan á partarnar, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.