Klæmint A. Olsen hevur leikt sín seinasta dyst fyri Breiðablik.
Breiðablik tók í kvøld móti belgiska liðnum, Gent á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í bólki B í Europa Conference League.
Breiðablik tapti 0-5 fyri Gent á útivølli, men í kvøld góvu teir belgiska liðnum ein skarpan gang.
Gift Orban legði Gent á odda tá bert seks minuttir vóru leiktir av dystinum, men bert 12 minuttir seinni hevði Jason Daði Svanþórsson vent øllum á høvdið, og hevði við tveimum málum lagt Breiðablik á odda 2-1.
Gift Orban var tó Breiðablik boysin. Tá 54 minuttir vóru farnir javnaði Gift Orban til 2-2, og tá 69 minuttir vóru farnir legði hann Gent á odda 3-2.
Klæmint kom á vøllin tá 78 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat var um reppið, at Höskuldur Gunnlaugsson javnaði til 3-3 við einum frísparki, men málverjin hjá Gent vardi væl.
Og soleiðis endaði seinasti dysturin hjá Klæminti við Breiðablik við einum teprum tapi.
Breiðablik hevur framvegis fyrsta stigið til góðar í bólkinum.
Klæmint hevur skotið 13 mál í 36 almennum dystum fyri Breiðablik.
Klæmint hevur hetta árið skrivað søgu. Fyrst saman við liðfeløgunum. Breiðablik er fyrsta íslendska liðið sum vinnur seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. Breiðablik skoraði tvey tey fyrstu málini í bólkaspælinum í 2-3 tapinum fyri Maccabi Tel Aviv á útivølli. Klæmint skoraði bæði málini, og gjørdist sostatt tann fyrsti leikarin at skjóta eitt mál fyri eitt íslendskt lið í einum evropeiskum bólkaspæli. So eisini í íslendskum fótbólti er hann søguligur.
Í hinum dystinum í bólki B vann Maccabi Tel Aviv 3-1 á Zorya Luhansk. Í steðginum var Maccabi Tel Aviv á odda 3-0.
Gent er oddalið við 10 stigum, Maccabi Tel Aviv er nummar tvey við seks stigum, Zorya Luhansk hevur fýra stig, meðan Breiðablik einki stig hevur.
Gent og Breiðablik hava spælt fýra dystir, Maccabi Tel Aviv og Zorya Luhansk hava spælt tríggjar dystir.
30. november tekur Breiðablik móti Maccabi Tel Aviv á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Breiðablik endar bólkaspælið við útidysti móti Zorya Luhansk 14. desember.