Tað bleiv endaliga staðfest fyrr í dag, at stjørnan hjá Arsenal, Martin Ødegaard verður ikki á vøllinum, tá Noreg í venjingardysti á Ullevaal leikvøllinum í Oslo komandi hósdag klokkan 17 spælir móti Føroyum.
Nú er tað blivið óvist um hin stóra stjørnan hjá Noregi, Erling Braut Haaland, áleypari hjá Manchester City verður við í dystinum móti Føroyum.
Landsliðsvenjarin hjá Noregi, Staale Solbakken sigur við stóra norska miðilin, at hann umhugsar at hvíla Haaland til venjingardystin móti Føroyum, og heldur geva øðrum møguleikan í hesum venjingardystinum.
Solbakken sigur við VG, at tað er ikki komið nakað krav frá Manchester City um, at hann eigur at avmarka spælitíðina hjá Haaland hesar komandi dystirnar. Hinvegin staðfestir Solbakken, at Haaland hevur spælt ræðuliga nógvar dystir fyri Manchester City, og tað fær hann at umhugsa at spara stjørnuspælaran til venjingardystin móti Føroyum.
Høvuðsvenjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola segði á tíðindafundi, at hann blandar seg ikki uppí hvussu nógv Staale Solbakken fer at brúka Erling Braut Haaland hesar báðar dystirnar Noreg skal spæla móti Føroyum, og móti Skotlandi á Hampden leikvøllinum í Glasgow.
- Vit vilja ikki tveita dystin móti Føroyum burtur, og teir sum fáa møguleikan móti Føroyum skulu hava kensluna av, at teir koma inn á eitt lið sum hevur spælt eitt sindur saman. So tað vera leikarar sum koma at spæla báðar dystirnar, og tað kemur eisini at vera onkur í hópinum, ið ikki fær nakra spælitíð, sigur Staale Solbakken í samrøðu við VG.











