Løgreglan hevur venjingar á Bacalao og í Hoyvíkini

- Um fólk síggja vápnaða løgreglu og løgreglubilar við Bacalao og niðri í Hoyvíkini í dag er talan bara um venjing, sigur vaktleiðarin í morgun.

 

Løgreglan hevur í morgun lagt út á sín Facebook-vanga, at venjingar verða á Vestaru Bryggju í Havn og niðri í Hoyvíkini í dag, bæði fyrrapartin og seinnapartin.

 

Venjingarnar halda fram í morgin og hósdagin, men tað er ikki heilt greitt í løtuni, um talan eisini verður um fyrrapart og seinnapart báðar teir seinnu dagarnar.

 

- So, um fólk síggja vápnaða løgreglu og bilar við Bacalao og niðri í Hoyvíkini hesar tríggjar dagarnar, er talan bara um venjing, sigur vaktleiðarin í morgun.

 

Løgreglan fer at seta upp skelti, sum siga, at her eru venjingar, og vaktleiðarin sigur í morgun, at hetta eru nøkur "konseptir", sum tey fara at venja.

 

Á fundi tíðliga í morgun nágreinaði løgreglan ikki júst, hvat tað er, tey venja, men vaktleiðarin legði aftrat, at hetta er venjingar, sum løgreglan plagar at hava.