umboð fyri tann í øldir næstan altvaldandi bóndan, sum knappliga følir seg afturútsigldan og ørkymlaður ikki rættiliga veit, hví og hvussu hetta er komið í. Haraldur bóndi í "Blæsende Gry" var í somu støðu [...] medhøvundanum, Heðini Brú, seg nettupp um hetta umskiftið í føroyska samfelagnum). Drápsmaður í Nóatúnum Frásøgnin í "Noatun" fer mótsett "Blæsende Gry" beint í krovið á hendingunum: never a dull moment. Har "Blæsende [...] at tú sigur nakað við hann, og bæði í útsjónd og lyndi er hann ikki ólíkur Krabbakonginum í "De fortabte Spillemænd". Er onkur í skaldskapinum hjá Williami Heinesen í puntutum klæðum, so er okkurt ivasamt
Sviar á Göteborg leiðini, sum eru áhugaðir í bátum og kappróðri, vóru fyri tveimum vikum síðani í Vestmanna og hugdu at kappróðrarbátunum, sum teir í VÍF høvdu sett í neystið, tí teir hava fingið eina nýggja [...] dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu á norðoyastevnu í 1989 og sum hevur verið við til at vinna FM í kappingini millum 10-mannafør í 1995 og í 1997, er formaður í kappróðrardeildini hjá VÍF, og hann letur væl [...] norðoyastevnu, og áttamannafarið Gullbrandur við manning úr Vestmanna fer at taka lut í Hósvík. Kappróðurin setur av sonnum dám á summarið í Vestmanna!
Tað hevur ofta víst seg, at í kappróðri hava vestmenningar verið eitt sindur seigir í upptrekkinum. Onkuntíð hevur tað kostað í síðsta enda, men tað er eisini ofta komið fyri, at teir við framúr endaspurti [...] seinni verið við til at manna Vestmenningin, sum vann FM bæði í 1995 og 1997. Síðsta ferðin, Havfrúgvin yvirhøvur hevur vunnið, var á vestanstevnu í 1995. Umaftur Dreingjaróðurin var størsti einstaki róðurin [...] aftur um seg. Leygardagin var um reppið, at dreingirnir umborð á nýggju Havfrúnni als ikki komu við í kappingina. Tey, sum stóðu og hugdu at kappróðrinum, løgdu til merkis, at Havfrúgvin var síðsti báturin
á Havnarvág, Vestmanna ella í Sundalagnum. Lítil áhugi í útjaðaranum Luttøkan á norðoyastevnu vísti, at tað eru fleiri øki í landinum, sum meiri ella minni eru uttan umboðan í kappingini í ti ítróttini [...] frammarlaga í kappróðri við Gøtu Tróndi, sum vann FM í 1973, og Skuranum, og seinni var Oyndarfjørður í fleiri ár væl við í kappingini millum 8-mannafør (Oyndri vann FM í 1976, 1977, 1982 og í 1983). Nú [...] sum so at siga hevur ligið í kappróðrardvala í fleiri ár, er komið fram í oddin. Í Norðoyggjum tykist kappróðurin at hava lítla undirtøku, tá sæð verður burtur frá gentunum í Klaksvík, sum leygardagin kroystu
Næsti bólkurin á lítla pallinum í krókinum í kjallaranum hjá Kagganum var Diatribes. Tá ið teir royndu seg í Prix Føroyar finaluni, var forsangarin Líggjas Olsen júst komin við í bólkin og vantaði kanska eitt [...] sess í Kagganum. Hóast tey flestu hildu til í kjallaranum, har livandi tónleikurin var, so gjørdu tær ymsu kappingarnar sítt til, at fólkið eisini spjaddist eitt sindur runt í húsinum. Hátalararnir í húsinum [...] býarkvøldini í høvuðsstaðnum. Síðani kom ein tíð, har hesi kvøld vóru púra deyð, men seinnu árini hava hóskvøldini endurvunnið sítt góða umdømi, og nógv fólk eru í býnum hvørt hóskvøld. Í rúma tíð hevur
ólavsøkukonsertini í ár. Musikkskúlin stendur fyri tiltakinum og í ár var nakað av nýggjari útgerð roynd fyri fyrstu ferð. Áhoyrarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Grasagarð at njóta tónleikin í góðveðrinum [...] Í góðveðrinum fríggjadagin var árliga Pop Top konsertin í Grasagarði í Havn. Frá klokkan 16 til 19 leiktu teir fimm bólkarnir, mannaðir við ungum tónleikarum, á pallinum. Um 300 lurtarar tóku sær stundir [...] seg á Pop Top konsert. Hesar knassarnar hava vit seinni sæð millum fremstu tónleikararnar í Føroyum, t.d. í ?Mark No Limits?.
Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag sigur, at støðan, sum hon er nú, als ikki kann góðtakast. - Í fjør og í ár eru tillutaðu tímarnir ikki komnir skúlunum í hendi í góðari tíð og møguleiki hevur [...] broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at tað eisini í framhaldsdeildini kemur eitt mark uppá hægst 24 næmingar í hvørjum flokki. Sum er stendur hetta bert í lógini viðvíkjandi 1. til 7. flokk, so nú er møguliga [...] hevur ikki verið fyri at leggja til rættis, fyrr enn í summarfrítíðini. Í fjør tók tíð at fáa viðurskiftini hjá sáttmálasettum lærarum í rættlag og nú letur til, at játtanin er ein forðing, sigur Elsa Birgitta
Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag sigur, at støðan, sum hon er nú, als ikki kann góðtakast. - Í fjør og í ár eru tillutaðu tímarnir ikki komnir skúlunum í hendi í góðari tíð og møguleiki hevur [...] broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at tað eisini í framhaldsdeildini kemur eitt mark uppá hægst 24 næmingar í hvørjum flokki. Sum er stendur hetta bert í lógini viðvíkjandi 1. til 7. flokk, so nú er møguliga [...] hevur ikki verið fyri at leggja til rættis, fyrr enn í summarfrítíðini. Í fjør tók tíð at fáa viðurskiftini hjá sáttmálasettum lærarum í rættlag og nú letur til, at játtanin er ein forðing, sigur Elsa Birgitta
verið ein kjarni í háskúlanum, er nú á veg inn í fólkaskúlan, hvør skal siga, Háskúlin var framman fyri sína tíð. Endamál háskúlans er tað sama enn í dag, og í okkara so øðrvísi tíðum enn í 1899, fari eg [...] ungir føroyingar á háskúlanum í Askov í 1896, miðvingurin Rasmus Rasmussen og skarðsmaðurin Símun av Skarði, og í viðføri høvdu báðir hetta, ?..at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum?, og brátt vóru [...] avgerð, og so varð farið til bøndurnar í Vági at biðja sær setur. Hetta varð játtað teimum, og eisini gyllinamenninir í Akursmørk í Vágshaga játtaðu. So langt var alt í lagi, men skuldi jørð verða keypt, mátti
a hjá bretsku trolarunum innan fyri og uttan fyri mark og í sigling inn á Vestmanna og út aftur. Henda fjarskotna landbúnaðarbygdin hóskaði ikki inn í nýggja tíðarmynstrið, nú hálvt hundrað ár eftir at [...] fingið so týðandi leiklut í samfelagnum, og nøkur ár seinni, tá onki fólk var eftir á Víkum, búðu nógv av teimum í Sørvági. Tað var ikki rætt, at Sørvágs Andras var í Vestmanna henda 1. februar. Men tað [...] Jógvan, sum var ein av trimum, sum taldu í manntal, skrivaði soleiðis. Ongilsku trolararnir undir Føroyum høvdu sínar føstu høvuðsstøðir, onnur var í Vestmanna og hin í Fuglafirði. Eisini trolarar, sum royndu