Í góðveðrinum fríggjadagin var árliga Pop Top konsertin í Grasagarði í Havn.
Frá klokkan 16 til 19 leiktu teir fimm bólkarnir, mannaðir við ungum tónleikarum, á pallinum. Um 300 lurtarar tóku sær stundir at njóta møguligu komandi tónleikastjørnurnar. Áhoyrararnir vóru samstundis dómarar, tí konsertin er skipað sum kapping.
Teir fimm leikandi bólkarnir vóru ?The Phantoms?, ?Krit?, ?Salute?, ?Peachy Bounder? og ?Almost Perfect?. Vinnari gjørdist ?The Phantoms? við 82 atkvøðum. ?Krit? fekk 50 atkvøður og ?Peachy Bounder 44 atkvøður.
Allir lutakandi tónleikararnir fingu hvør sítt kartong við Pop Top drykki, umframt T-skjúrtu frá Mjólkavirkinum. Vinnarin, ?The Phantoms?, sleppur at leika á ólavsøkukonsertini í ár.
Musikkskúlin stendur fyri tiltakinum og í ár var nakað av nýggjari útgerð roynd fyri fyrstu ferð.
Áhoyrarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Grasagarð at njóta tónleikin í góðveðrinum fríggjadagin. Tó sást, at serliga ung vístu konsertini stóran áhuga.
Kanska telist millum tónleikararnar ein nýggj stjørna á føroyska tónleikahválvinum. Áður hava t.d. tónleikarar úr einaferð so kendu ?Paria? roynt seg á Pop Top konsert. Hesar knassarnar hava vit seinni sæð millum fremstu tónleikararnar í Føroyum, t.d. í ?Mark No Limits?.