Vestmannadreingir vundu burturúr hinum

5-mannafør dreingir: Havfrúgvin fekk gult kort fyri at dølla sær út á málið, men í sjálvari kappingini gekk við rúkandi ferð

Tað hevur ofta víst seg, at í kappróðri hava vestmenningar verið eitt sindur seigir í upptrekkinum. Onkuntíð hevur tað kostað í síðsta enda, men tað er eisini ofta komið fyri, at teir við framúr endaspurti hava lagt allar kappingarneytarnar aftur um seg.

Leygardagin var um reppið, at dreingirnir umborð á nýggju Havfrúnni als ikki komu við í kappingina. Tey, sum stóðu og hugdu at kappróðrinum, løgdu til merkis, at Havfrúgvin var síðsti báturin út á málið. Tað var ikki fyrrenn seks mannaførini vóru komin á mál, at vestmenningar so seigan fóru togandi út eftir vánni.

Havfrúgvin fekk eitt gult kort, men í sjálvum róðrinum stóð eingin teimum kurl. Fyrstu metrarnar royndu Sílið og Blikur at brestast eitt sindur, men tað var skjótt, at vestmannadreingir løgdu seg fram um allar hinar bátarnar, og síðani stýrdu teir kappingini.

Blikur hevði hug at bjóða av, tá málið var gott og væl hálvrunnið, og eina løtu sá út til, at argjadreingir skuldu eta seg inn á Havfrúnna, men móti endanum høvdu teir umborð á Vestmanna bátinum yvirskot til ein øgiligan endaspurt, og tá fyrsta skotið var latið av, høvdu argjadreingir væl og virðiliga givið skarvin yvir, og Havfrúgvin var leys av Kolli, sum aftur var púra leysur av Tjaldrinum og Drekanum, ið komu mest sum í senn á mál.

Síðsta ferðin vestmannadreingir hava vunnið á norðoyastevnu var júst fyri tíggju árum síðani. Teir, sum vunnu ta ferðina, hava seinni verið við til at manna Vestmenningin, sum vann FM bæði í 1995 og 1997. Síðsta ferðin, Havfrúgvin yvirhøvur hevur vunnið, var á vestanstevnu í 1995.


Umaftur

Dreingjaróðurin var størsti einstaki róðurin á norðoyastevnu ? hjá gentunum var luttøkan størri, men tá vóru tveir innleiðandi bólkar við níggju bátum í hvørjum.

Og tað var eitt sindur torført at fáa dreingjaróðurin avgreiddan. Hóast veðrið var av tí besta á norðoyastevnu, so argaði útnyrðingslotið eitt lítið sindur fyrstu løtuna undir kappróðrinum, og tað merktist millum annað, tá startdómararnir royndu at leggja 5-mannaførini við dreingjum. Í fyrstu atløgu varð startskotið latið av klokkan 16.43, men tá gingu tað bara nøkur fá sekund, so varð róðurin avblástur. Drekin og Erla Kongsdóttur fløktust saman, og so var neyðugt at leggja bátarnar av nýggjum, og tá var tað, at vestmannadreingir vístu, hvør dugur er í teimum.