Klokkan 11:30 í morgin fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at seta hakan í til byggingina av nýggja stóra skúlanum í vesturbýnum í Havn, su hevur fingið heitið Skúlin á Fløtum. Skúlaverkætlanin er [...] grovplanering o.s.fr., ið verður byrjað uppá í summar. Tað er Samtakið Eind, ið projekterar skúlan. Lesið eisini: Fara nú at byggja skúla til 850 børn í Havn Lægsta tilboðið upp á hendan fyrsta partin [...] er líka undir 1,3 mió. kr. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hóskvøldið. – Í hesum sambandi verður hátíðarløta úti á Fløtum mánadagin kl. 11.30 í sunnara endanum av Janusargøtu – innkoyring frá Mark
Tað er í dag klokkan 16, at jólakonsert og bókaútgáva eru á skránni í Báta-og Listasavninum í Leirvík. Á konsertini fara Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul at framføra, og [...] hevur gjørt hana klára til prent, og tað er Estra, sum hevur prentumsitið. Tiltakið í Báta-og Listasavninum í Leirvík varar í umleið ein tíma. Her verður eingin steðgur, men eftir sjálva konsertina øll vælkomin [...] børn úr Leirvíkar skúla fara at syngja. Á konsertini spæla Monika Stauss og Birgitte Schnakenburg løg eftir Rieding, Bach, eitt russist folkalag, Saint Saéns og Méditaión av Tchaikovsky. Í dag verður eisini
hittu vit í vesturbýnum – teir søgdu seg spæla í einum orkestri, FIREBALL. Soleiðis skrivaði Sosialurin í skemtiteignum, »Horni«, sum var á baksíðuni á blaðnum í fleiri ár í sjeytiárunum. Í teignum var [...] onkrum hugfarsligum teksti. Hendan dagin, tað var tann 28. jaunuar í 1978, hevði myndafólkið hjá Sosialinum gingið fram við Brúna skúla í Havn, ella Heimaraskúla, sum tey formligu nevna skúlan, sum tá var [...] gingu tá í 7. c á Venjingarskúlanum. Teir eru frá vinstur Rúni Árting, Kaj Leo Johannesen, Ragnar Martin Egholm og Mortan Borgarlíð, sum doyði í 1983. Kaj Leo Holm Johannesen var vist forsangari í hesum poppbólki
Loppumarknaður til frama fyri ungar kvinnur í Niger verður leygardagin 14. mars kl. 10-16 í Sangstovuni í Sankta Frans Skúla. Tiltakið er partur av føstuátaki hjá katólska hjálpar felags skapinum Caritas [...] fyri børn í Uganda, hvørs foreldur vóru deyð av eyðkvæmi. Tann triði 24.473 til eina maismyllu til fátækar bøndur í Uganda. Tann fjórði gav 31.700, sum fór til eina verkætlan hjá 31 bóndafeløgum í Uganda [...] umframt at dyrka grønmeti og frukt at eta í skúlatíðini. Kirkjan hevur hvørja ferð fingið takkarskriv fyri peningin. Hevur ein lutir at lata, kunnu teir latast inn í Mariukirkjuni.
Hann hevur verið skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla seinastu hálvtsættu árini, og áðrenn tað, var hann fyrstilærari á Eiði í seks ár. Vagn hevur tilsamans starvast í skúlaverkinum í skjótt 15 ár. Vagn er útbúgvin [...] stórskúlan í Klaksvík. Báðir skúlarnir í býnum, skúlin á Ziskatrøð og við Ósánna, eru lagdir saman og tí varð søkt eftir stjóra til samanlagda skúlan, Og nú hevur Løgmaður sett Vagn Foldbo í starv sum [...] skúlan í Klaksvík. Orsøkin, at tað er løgmaður, ið hevur sett starvið er, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, metti seg vera ógegnigan. Vagn Foldbo er 44 ára gamal og búsitandi í Leirvík
føroyskum, men yngri ættarlið taka gjøgnum skúla og heim natúrliga við nýggju stavsetingarhættunum, og fleiri eldri hava longu gjørt tað eisini. T.d. tá HM í fótbólti var í summar, skrivaðu allir føroyskir miðlar [...] - Eitt atlas í Føroyum má vera føroyskt, annars er eingin orsøk at gera eitt atlas afturat, sigur Uni Arge. Hann greiðir frá, at hetta atlasið er gjørt eftir fakligum krøvum, eins og onnur atlas verða [...] verða gjørd á øðrum málum, og tekur støði í enska Collins Student World Atlas. Uni Arge dregur eina samanbering frá gamlari tíð, tá prestar prædikaðu á donskum. Tá varð spurt, hví teir brádliga skuldu prædika
eitt heldur misjavnt kappingarár í EB/Streymi, hevur nú funnið seg til rættis í donskum fótbólti, har hann spælir við Jammerbugt í 2. deild vest. Høgni gongur í skúla í Aalborg og spælir fótbólt við síðuna [...] kapping um plássini. Allir 22 spælararnir hava sáttmála og eg vænti at hetta liðið hevði klárað seg í oddinum í føroyskum fótbólti, sigur Høgni Madsen, sum hevur sáttmála árið út. Høgni hevur ikki vunnið sær [...] komandi ár. Tað hugsi eg so um nú, sigur Høgni Madsen. Umframt Høgna Madsen, so spælir Karl Løkin eisini í 2. deild vest. Hann spælir fyri Næstved, sum liggur nummar tvey, meðan Jammerbugt liggur nummar seks
Tíðliga í morgun fór sjálvvirkandi eldávaringin á skúlanum við Løgmannabreyt at boða frá eldi. Boðað verður frá niðri á brandstøðini og sløkkiliðið fór alt fyri eitt við fullari styrki niðan á skúla at basa [...] eitt rundstykki í ein breyðristara, men tað varð blivið nakað brent og hevði elvt til so mikið av royki, at eldávaringin tendraði, siga tey á sløkkiliðmum. Men allar fráboðanir verða tiknar í størsta álvara [...] einki upp á seg, enn at fara illa mannaðir avstað og so mangla styrkina, tá ið á stendur, siga tey í sløkkiliðnum.
Týsdagin 2. desember var eitt lítið hátíðarhald í kantinuni í skúlanum í Trongisvági í samband við, at Jens Johannesen er farin frá sum lærari. Tað vóru skúlin, skúlastýrið og mentanarnevndin hjá Tvøroyrar [...] og tók saman um øll hesi árini í skúlanum. - Hetta var ein stak hugnalig og gevandi løta til tess at takka einum starvsfelaga, ið hevur lagt sítt lívsstarv í sama skúla og verið við til at mynda lív og [...] Johan Joensen, helt røðu og handaði eina gávu sum minni um starvstíðina frá 1980 og til nú í november 2014 - ella í samfull 34 ár. Anita Vibergsdóttir helt røðu fyri býráðið og handaði gávu, og Karin Maria
Hevur onkur á bygd verið ov seinur til arbeiðis, í skúla, ella á fund í Havn í morgun, er tað ikki vist, at tað er tí, at tey eru komin ov seint undan fjaðrunum. Tey, sum komu koyrandi so langt norðaneftir [...] norðaneftir, at tey skuldu ígjøgnun Hósvík, rendu seg í eina ferðsluforðing hjá Landsverki, og har blivu tey standandi. Landsverk arbeiðið upp á veg í Hósvík og fyri at tryggja ferðsluna, høvdu tey sett ljó [...] um, at tíðliga á morgni er at kalla øll ferðsla suðureftir, og tað var beinanvegin, at proppur kom í. Tað var skjótt, at bíðirøðin av bilum, sum skuldu suðureftir, var hálvanannan kilometur og rakk líka