Byrja upp á Skúlan á Fløtum í morgin

Klokkan 11:30 í morgin fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at seta hakan í til byggingina av nýggja stóra skúlanum í vesturbýnum í Havn, su hevur fingið heitið Skúlin á Fløtum.

 

Skúlaverkætlanin er nú komin so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir jørðarbeiðið. Fyrsti parturin umfatar avgrevstur, sum skal geva betri yvirlit av víðari arbeiði við spreinging, grovplanering o.s.fr., ið verður byrjað uppá í summar. Tað er Samtakið Eind, ið projekterar skúlan.

 

Lesið eisini: Fara nú at byggja skúla til 850 børn í Havn

 

Lægsta tilboðið upp á hendan fyrsta partin av arbeiðinum átti P/F Articon. Kostnaðurin er líka undir 1,3 mió. kr. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hóskvøldið.

 

– Í hesum sambandi verður hátíðarløta úti á Fløtum mánadagin kl. 11.30 í sunnara endanum av Janusargøtu – innkoyring frá Marknagilsvegnum, har øll eru vælkomin. Á skánni eru talur og sangur, og borgarstjórin fer at seta hakan í, skrivar Tórshavnar býráð