- Eitt atlas í Føroyum má vera føroyskt, annars er eingin orsøk at gera eitt atlas afturat, sigur Uni Arge. Hann greiðir frá, at hetta atlasið er gjørt eftir fakligum krøvum, eins og onnur atlas verða gjørd á øðrum málum, og tekur støði í enska Collins Student World Atlas.
Uni Arge dregur eina samanbering frá gamlari tíð, tá prestar prædikaðu á donskum. Tá varð spurt, hví teir brádliga skuldu prædika á føroyskum, tí fólk vóru so von við donsku heitini og orðini.
- Tað er sama prinsipp í dag. Tey flestu, ið eru ímóti nýggju stavsetingunum, eru fólk, ið kenna gomlu nøvnini frá sínum donsku og ensku skúlabókum, sigur hann.
- Tað tekur tíð at bróta upp úr nýggjum á føroyskum, men yngri ættarlið taka gjøgnum skúla og heim natúrliga við nýggju stavsetingarhættunum, og fleiri eldri hava longu gjørt tað eisini. T.d. tá HM í fótbólti var í summar, skrivaðu allir føroyskir miðlar landanøvnini við føroyskari stavseting, sigur Uni Arge.