Tað er í dag klokkan 16, at jólakonsert og bókaútgáva eru á skránni í Báta-og Listasavninum í Leirvík.
Á konsertini fara Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul at framføra, og børn úr Leirvíkar skúla fara at syngja.
Á konsertini spæla Monika Stauss og Birgitte Schnakenburg løg eftir Rieding, Bach, eitt russist folkalag, Saint Saéns og Méditaión av Tchaikovsky.
Í dag verður eisini nýggja barnabókin hjá Moniku Stauss Joensen og Kristfríð Tyril - Bartal og Bjarni - løgd alment fram á Báta-og Listasavninum í Leirvík.
Monika Stauss Joensen hevur skrivað tekstin til bókina og hevur útvegað tilfar til myndirnar, og tað er Kristfríð Tyril, sum hevur tikið allar myndirnar.
Kristfríð hevur eisini sett bókina upp og hevur gjørt hana klára til prent, og tað er Estra, sum hevur prentumsitið.
Tiltakið í Báta-og Listasavninum í Leirvík varar í umleið ein tíma. Her verður eingin steðgur, men eftir sjálva konsertina øll vælkomin at steðga á til drekkamunn og prát.










