Vagn Foldbo nýggjur skúlastjóri í Klaksvík

Hann verður stjóri fyri samanløgdu skúlarnar í kommununi

Tað verður Vagn Foldbo, sum verður nýggjur skúlastjóri fyri nýggja stórskúlan í Klaksvík.

Báðir skúlarnir í býnum, skúlin á Ziskatrøð og við Ósánna, eru lagdir saman og tí varð søkt eftir stjóra til samanlagda skúlan,

 

Og nú hevur Løgmaður sett Vagn Foldbo í starv sum skúlastjóra við samanlagda skúlan í Klaksvík.

Orsøkin, at tað er løgmaður, ið hevur sett starvið er, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, metti seg vera ógegnigan.

 

Vagn Foldbo er 44 ára gamal og búsitandi í Leirvík. Hann hevur verið skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla seinastu hálvtsættu árini, og áðrenn tað, var hann fyrstilærari á Eiði í seks ár.

Vagn hevur tilsamans starvast í skúlaverkinum í skjótt 15 ár.

 

Vagn er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla, og hevur seinni nomið sær útbúgving í etikki og virðum á masterstigi, tikið faklig skeið, umframt leiðslutbúgving og fleiri leiðsluskeið.

 Níggju umsóknir vóru til starvið og Vagn tekur við starvinum so skjótt, sum til ber.