– Hesar fýrarnar hittu vit í vesturbýnum – teir søgdu seg spæla í einum orkestri, FIREBALL.
Soleiðis skrivaði Sosialurin í skemtiteignum, »Horni«, sum var á baksíðuni á blaðnum í fleiri ár í sjeytiárunum. Í teignum var altíð ein mynd við onkrum hugfarsligum teksti.
Hendan dagin, tað var tann 28. jaunuar í 1978, hevði myndafólkið hjá Sosialinum gingið fram við Brúna skúla í Havn, ella Heimaraskúla, sum tey formligu nevna skúlan, sum tá var partur av Venjingarskúlanum, sum ikki er til longur, men er lagdur saman við Tórshavnar kommunuskúla til Vesturskúlan.
Dreingirnir á myndini gingu tá í 7. c á Venjingarskúlanum. Teir eru frá vinstur Rúni Árting, Kaj Leo Johannesen, Ragnar Martin Egholm og Mortan Borgarlíð, sum doyði í 1983.
Kaj Leo Holm Johannesen var vist forsangari í hesum poppbólki við tí rámandi navninum »Fireball«.
Hendan myndin er funnin í søguskattinum, sum vit fingu mikudagin, tá Landsbókasavnið lat upp talgilda savnið við føroysku bløðunum.
TRÝST HER fyri at síggja meira.