sendingin, sum hann var við í, var tann 2. oktober ella fyri einum mánað síðani. Andy Rooney, sum var føddur í New York í 1919, byrjaði sum krígstíðindamaður undir seinna heimsbardaga, og hann var millum teir [...] Tann kendi amerikanski tíðindamaðurin og viðmerkjarin Andy Rooney er deyður. Hann var 92 ára gamal, nú hann doyði, men tað eru bara nakrar fáar vikur, síðani hann gavst at arbeiða hjá sjónvarpinum CBS [...] tíðindamenninar, sum sluppu við flogførum hjá teimum sameindu, sum bumbaðu í Týsklandi í 1943. Hann var eisini av teimum fyrstu tíðindamonnunum, sum vitjaðu týningarlegurnar hjá nazistunum, tá kríggið endaði
vunnu oddabrakið á Neistanum. Dysturin var ein staðfesting var, at neistakvinnurnar mangla framvegis royndir í avgerandi dystum. Spælið var lítið sannførandi, og tað var lítið sum bendi á, at Stjørnan skuldi [...] hevði ikki neyðuga dirvið seinastu løtuna, meðan Stjørnan spældi við stórum sjálváliti, tá mest trýst var á. Birgir Hansen, venjari hjá Neistanum, sigur við Kringvarpið, at tað er eingin undanførsla, at n [...] heldur, at Neistin hevur veittrað farvæl til finaluplássini. Stjørnan vann 27-24. Hálvleiksstøðan var 12-12.
Um 11.30 tíðina í morgun fekk løgreglan boð um ein bil, sum var farin út av vegnum omanfyri Norðskála. Orsøkin var hálka í krapuni, sum verið hevur í dag. Um vikuskiftið hendu fleiri óhapp, har bilar fóru [...] fóru út av vegnum í hálkuni, sum knappliga kom. Í tí eina førnum var støðan rættiliga álvarslig, so sum portalurin kundi greiða frá. Tað var í Hósvík, at ein betongbilur og ein persónbilur rendu saman, og [...] skerast leysur. Heilt so illa gekk ikki í morgun, tá ein bilur fór út av vegnum oman fyri Norðskála. Tað var krapi og hann førdi til, at bilurin endaði í gørvini við síðuna av vegnum. Tvey fólk vóru í bilinum
Poulsen, Vági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr. 6. september fingu Erla á Torkilsheyggi Djurhuus og John Dávur Sumberg Djurhuus, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3950 [...] Frederiksberg, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 3344 gr. 10. september fingu Maiken Johannesen og Símun Skaalum Petersen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3600 gr. Tann [...] drong, ið vigaði 3835 gr. og var 54 cm langur. Foreldrini eru Lillie og Dan Eliassen, Tórshavn 15. september fingu Eva og Hákun hesa fittu lítlusystrina. Hon vigaði 3125 gr og var 53 cm lang. Foreldrini eru
Rætt er tað, at summarið í 2011 var heldur heitari enn meðal, men teir veruliga heitu dagarnir vóru fáir. Tí vísa tølini, at sjálvt tá summarið var upp á tað heitasta, var tað tað kaldasta í næstan 50 ár [...] sum er mátaður í summar, var 28,2 stig. Tað var í Rønne á Bornholm tann 6. juni, men vit skulu heilt aftur til 1962 fyri at finna eitt summar, har tann heitasti dagurin var so "kaldur". Tað árið vístu
Pál Joensen setti tvey nýggj met um vikuskifti, tá Bank Nordik stevna var í Vági. Leygardagin var hann skjótasti føroyingurin í 50 metra bringusvimjing nakrantíð. Pál kom á mál við tíðini 29.42 sekund [...] 100 metra bringusvimjing. Tíðin var 1.03.90. Hann átti eisini gamla metið á 1.03.99 frá november í 2010. Í gjár setti hann eisini nýtt met í 200 metra firvald. Tíðin var 2.04.74. Gamla metið hjá honum frá [...] frá Oyggjaleikunum í 2009 var 2.05.81. Birita Debes setti met í 50 metra firvald við tíðini 28.97 sekund. Kvinnurnar hjá SuSvim, Guðrun Mortensen, Helena Strøm Sævarsdóttir, Tanja Skaalum og Shaila millum
tað var bara í løtum, at VÍF royndi at hótta. Tað var serliga Gurið Mortensen, sum skaraði framúr hjá VB. Hon var sannførandi í verjuspælinum, og hon gekk undan í álopsspælinum hjá gestunum. Hon var ein [...] stig afturat Munurin var tann sami í seinna hálvleiki. Fýra mál skilti liðini so at siga allatíð. VÍF royndi at toga seg inn á aftur gestirnar eftir hvíldina, men leiðslan hjá VB var ongantíð í vanda. V
gjørdi tað heldur ikki. Høllin á Hálsi var ílatin til høvið, pallurin var í ovara enda á høllini, og í niðara endanum var onnur av tribununum sett upp, so møguleiki var at sita har, framman fyri tribununi [...] Uppskriftin var einføld, ein røð av góðum sangum, ið fólk kennir, dugnaligir tónleikarar, gott ljóð og ljós, og ein oddamaður av teimum heilt góðu, alt væk kryddað við smittandi spæligleði. Tað kundi illa [...] tað sjálvandi vóru tey kendastu løgini, ið fingu størstan fagna og fólk at syngja harðast við, so var støðið allan vegin gjøgnum konsertina høgt. Vit vórðu tikin gjøgnum 15 løg og 3 eykaløg, og sjálvt
Holstebro á heimavølli. HØJ var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Tað var serliga ein løta sum var avgerandi í seinna hálvleiki. Tað var tá Holstebro fór frá 19-19 til [...] til eina 24-19 leiðslu. Endin var, at Holstebro vann 33-27. Støður í dystinum: 1-2, 3-5, 5-5, 8-7, 10-9, 12-10, 12-12, (14-14) , 17-16, 19-19, 19-24, 23-28, 24-30, 27-33. Holstebro vann fyrra dystin á
Rasmussen í Danmark. Ein fjórði málningur var eisini settur til sølu, men hann fekk ikki nóg høgt boð til at verða seldur. Málningur av miðsummarbáli á Bornholm var mettur at verða verdur millum 40.000 og [...] grindadrápi var mettur at vera verdur 100.000 krónur og varð seldur fyri 110.000 krónur umframt ómaksgjøld. Tann triði málningurin, ein náttúrumynd úr Kalsoynni, fór fyri 55.000 krónur, sum var eitt vet meira [...] meira enn metingin segði. Tann fjórði málningurin, sum var á uppboðssøluni, var náttúrumynd, sum skuldu vera verd 125.000-150.000 krónur, men boðini vóru ikki nóg høg, og tí varð málningurin ikki seldur