Royndirnar vóru avgerandi

Stjørnan hevur vunnið seg eitt stórt fet nærri finaluplássi seinnapartin. Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu oddabrakið á Neistanum. Dysturin var ein staðfesting var, at neistakvinnurnar mangla framvegis royndir í avgerandi dystum.

 

Spælið var lítið sannførandi, og tað var lítið sum bendi á, at Stjørnan skuldi fáa stig. Seinastu minuttirnar fekk dysturin eina bráðvend, og heimaliðið fekk leiðsluna. Royndirnar hjá Stjørnuni í slíkum tøttum og avgerandi oddadystum vóru avgerandi.

 

Neistin hevði ikki neyðuga dirvið seinastu løtuna, meðan Stjørnan spældi við stórum sjálváliti, tá mest trýst var á.

 

Birgir Hansen, venjari hjá Neistanum, sigur við Kringvarpið, at tað er eingin undanførsla, at neistakvinnur mangla royndir í tøttum og avgerandi dystum.

 

- Vit hava spælt fleiri slíkar dystir í hesum kappingarárinum, og tað er eingin undanførsla fyri úrslitið í dag. Vit søpla sigurin burtur, sigur Birgir Hansen, sum ikki heldur, at Neistin hevur veittrað farvæl til finaluplássini.

 

Stjørnan vann 27-24. Hálvleiksstøðan var 12-12.