Í Danmark kæra fólk seg um, at tey hava ikki havt nakað veruligt summar í ár, og okkurt bendir á, at tey hava rætt til at fýlast á summarveðrið. Rætt er tað, at summarið í 2011 var heldur heitari enn meðal, men teir veruliga heitu dagarnir vóru fáir. Tí vísa tølini, at sjálvt tá summarið var upp á tað heitasta, var tað tað kaldasta í næstan 50 ár, skrivar TV2.
Mesti hiti, sum er mátaður í summar, var 28,2 stig. Tað var í Rønne á Bornholm tann 6. juni, men vit skulu heilt aftur til 1962 fyri at finna eitt summar, har tann heitasti dagurin var so "kaldur". Tað árið vístu hitamátararnir 27,2 stig tann heitasta dagin.
Eitt vanligt summar í Danmark er hitin 29,5 stig tann heitasta dagin, men tey seinastu 12 árini hava teir heitastu dagarnir verið oman fyri 30 stig. Men ikki í ár.