Dreymurin hjá Róa Berg Hansen at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini gjørdist ikki veruleiki á hesum sinni.
Rói og liðfelagarnir í HØJ taptu eisini seinna Play Off dystin um uppflyting móti Holstebro á heimavølli.
HØJ var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Tað var serliga ein løta sum var avgerandi í seinna hálvleiki. Tað var tá Holstebro fór frá 19-19 til eina 24-19 leiðslu. Endin var, at Holstebro vann 33-27.
Støður í dystinum: 1-2, 3-5, 5-5, 8-7, 10-9, 12-10, 12-12, (14-14), 17-16, 19-19, 19-24, 23-28, 24-30, 27-33.
Holstebro vann fyrra dystin á heimavølli 36-25, og teir vinna sostatt samlaðu uppgerðina 2-0.
HØJ má sostatt taka enn eitt ár í næstbestu deildini, har teir gjørdust nummar tvey í grundspælinum og vunnu rættin at spæla uppflytingardystir.