Pál Joensen setti tvey nýggj met um vikuskifti, tá Bank Nordik stevna var í Vági. Leygardagin var hann skjótasti føroyingurin í 50 metra bringusvimjing nakrantíð. Pál kom á mál við tíðini 29.42 sekund. Hann átti eisini gamla metið frá Oyggjaleikunum í 2009. Tá svam hann teinin á 29.72 sekund.
Hann setti eisini nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing. Tíðin var 1.03.90. Hann átti eisini gamla metið á 1.03.99 frá november í 2010.
Í gjár setti hann eisini nýtt met í 200 metra firvald. Tíðin var 2.04.74. Gamla metið hjá honum frá Oyggjaleikunum í 2009 var 2.05.81.
Birita Debes setti met í 50 metra firvald við tíðini 28.97 sekund. Kvinnurnar hjá SuSvim, Guðrun Mortensen, Helena Strøm Sævarsdóttir, Tanja Skaalum og Shaila millum Garðarnar, settu met í 4x50 frísvimjing. Tíðin var 1.50.24.