Andy Rooney deyður

Tann kendi amerikanski tíðindamaðurin og viðmerkjarin Andy Rooney er deyður. Hann var 92 ára gamal, nú hann doyði, men tað eru bara nakrar fáar vikur, síðani hann gavst at arbeiða hjá sjónvarpinum CBS, sum hann arbeiddi hjá í meiri enn 60 ár.

Andy Rooney byrjaði í undirhaldsdeildini hjá CBS, men flutti seinni yvir í tíðindadieldina. Í 1978 byrjaði hann sum viðmerkjari í teirri kendu sendingini "60 Minutes", har hann hevði sínar egnu viðmerkingar til mangt og hvat. Tann seinasta sendingin, sum hann var við í, var tann 2. oktober ella fyri einum mánað síðani.

Andy Rooney, sum var føddur í New York í 1919, byrjaði sum krígstíðindamaður undir seinna heimsbardaga, og hann var millum teir fyrstu tíðindamenninar, sum sluppu við flogførum hjá teimum sameindu, sum bumbaðu í Týsklandi í 1943. Hann var eisini av teimum fyrstu tíðindamonnunum, sum vitjaðu týningarlegurnar hjá nazistunum, tá kríggið endaði.