so har skuldi smíðast og málast nakað. Amboð skuldu bøtast um, og fjós og brunnar vaskast. Samstundis varð sligið og hoyggjað. - Alt hetta gjørdi byrjanina eitt sindur tunga og strævna, samanborið við [...] við nístið hjá grísunum. Tí fáa teir fyrst, og tagna. Meðan annar mjólkar, sópar og gevur hin. - Vit mjólka uml. 100 ltr. um dagin. Mjólkin er vorðin betur og betur og kemur nú í 1. flokk. Tann fínasta mjólkin [...] a við eigaran, og rindar leigu fyri garðin við djórum og amboðum. Síðan rekur ein garðin og hevur alla ábyrdina av honum. Tann fíggjarligi parturin av at reka garðin, at fáa inntøkur og útreiðslur at samsvara
spenningar og Kalda kríggið, ið vardi til Berlinmúrurin fall. Jaligu avleiðingarnar av øðrum heimsbardaga vóru fyrst og fremst, at nazisman, størsta hóttanin móti fólkaræði, humanismu og mannarættindum [...] vinarlagið millum Sovjet og Nazitýskland ikki og tann 22. juni 1941 leyp Hitler á Sovjetsamveldið, sum soleiðis gjørdist sameint við vestanveldini. Kríggið breiddi seg til Asia og við álopi Japans tann 7 [...] Stórbýir vórðu lagdir í oyði, heimshøvini gjørdust vígvøllur og á landsbygd í Sovjet, í Kina og víða hvar í Europa framdu nazistisku hersetingarvøldini og teirra sameindu ein yvirgang, sum heimurin ikki áður hevði
ella hugsaðu tit um, at hetta fyrst og fremst var ein grannauppgerð? - Eitt sindur av báðum haldi eg. Vit søgdu áðrenn dystin, at trý stig kundu flyta okkum úr vanda, og tað merkti so eisini ein sigur [...] hesa ferð varð hetta skotið við beinunum, og tað fegnaðist høvuðspersónurin sum vera man um eftir dystin. Ikki minst, tí hetta varð skotið móti barndómsfelagnum og grannunum. - Tað føldist fantastiskt. Eg [...] Eg skoraði trý mál HB á ólavsøku, og aftur at fáa eit tnú er bara heilt framúr, segi høvuðspersónurin sjálvur eftir dystin. Við at vinna í dag, fluttu tit tykkum eitt gott petti úr botninum. Var tað hetta
somuleiðis tveir prestar og aðrir leiðandi menn. Her vóru høg og lág, religiøs og ikki-religiøs vóru millum teirra, sum vildu æra okkara farna bróðir og fylgja honum til gravarbakkan. Brend og eg søgdu nøkur orð [...] nøkur av sínum børnum og bygdarfólk vunnin fyri Frelsaran. Hann hevur leingi biðið og bíðað eftir hesum, og vit kundu gleðast saman. Evangeliska blaðið Naade og Sandhed, sum Brend og eg hava givið út síðan [...] er á donskum, og vit hava enntá haldarar í Danmark og Noregi. Vit fáa brøv við tøkk og vitnisburðum um, at blaðið hevur verið til signing fyri manga sál og hevur lýst upp mangt hjarta og heim í Føroyum
samfelagsfrøði og hevur harumframt lisið Kultur- og sprogmødestudier á RUC. Hon hevur nakað av royndum sum lærari og á CISV barnalegum og hevur annars verið sera virkin í tónleikasamtakinum Grót og í nógva [...] Tað vil siga eitt royk- og rúsfrítt umhvørvi, har ung undir 18 ár hava sína dagligu gongd og kunnu taka lut í ymsum virksemi. Eisini er ætlanin javnan at skipa fyri kjakfundum og fyrilestrum um evni, sum [...] koma í gongd við okkurt spennandi. Men tað skal eisini vera pláss fyri bara at koma inn og slappa av og sita og práta, sigur Beinta. Enn er ov tíðiliga at siga nakað ítøkiligt, um hvørji tilboð verða í
klokkan 16 og 17. Runavíkarsendingin í dag verður rættiliga serlig. Gomlu vertirnir til sendingina "Vespureiðrið", sum var nógv at hoyra fyrst í hesari ølduni verða at hoyra á Rás2 millum klokkan 16 og 17. John [...] John Andersen og Jonhard Hansen fara saman við tøkninginum, Mark Joensen at senda beinleiðis úr býráðssalinum í Runavík, har m.a. venjararnir hjá NSÍ og B68 koma á gátt, umframt onnur góð fólk. Talan verður
hvønn mun hesi feløg kunnu koma á ein komandi virðisbrævamarknað. Fyrst og fremst skal talan gjarna vera um eina hampuliga stóra volumu, eins og eigaraskarðin helst skal vera nóg breiður, heldur Jens Kári Vilhelm [...] verður relevantur í fleiri av førunum, har grunnurin hevur sett pening. - Poengið hjá okkum er fyrst og fremst, at íløgan skal kunna avsetast eftir ávíst áramál. So er tað ikki altavgerandi, hvørt hetta verður [...] við avmarkaðari luttøku, og tá hetta hevur tænt sínum endamálið, skal íløgan seljast. - Í eini sølustøðu er tað sjálvandi best hjá okkum, at virðini kunnu umsetast frítt, og tað er so í løtuni ein trupulleiki
Seinastu 40 árini hevur tað almenna, land og kommunur, eins og í londunum uttanum okkum, tikið størri ábyrgd innan sosial- og heilsuviðurskifti, eldra- og barnaansing og ymiskligum øðrum tænstustovnum. Krøvini [...] broyttust bæði hugburður og sosialu viðurskiftini og í seinna helmingi av øldini vóru tveir so gott sum totalir húsagangir, meðan til aðrar tíðir gekk upp og niður vinnuliga og við vinnuni, hjá øllum s [...] í dag, enn nakrantíð og fer støðugt at økjast. Tað, sum fyrr var fiskiskapur, landbúnaður og handil hevur lutfalsliga flutt seg yvir á bókliga útbúgving, KST, tænastufyritøkur, og har fleiri hendur vórðu
Fyrst er at siga, at verkætlanin í Vági og tann í Havn ikki kunnu samanberast uttan so, at vit fyrst gera okkum greitt, um fortreytirnar eru tær somu. Eru tær ikki tað, má samanberingin gerast við hesum [...] almenna lisitatión, og tað merkir, at verkætlanin er liðugt projekterað í tøttum samstarvi við eigaran (kommunurnar), starvsfólk og onnur serkøn, áðrenn arbeiðstakarar koma inn í myndina og geva tilboð. Í hesi [...] samsvarar við góðskuna á øðrum ellis- og røktarheimum, ið eru bygd tey seinastu árini. Hesin útbjóðingarhátturin skuldi alt annað líka givið ta størstu kappingina og harvið teir lægstu prísirnar. Tórshavnar
Ólavur hevur tikið stig til ? og eftir røttum átti hann bara at viðgjørt Atlantsljóm í samrøðuni og slettis ikki blandað Summartónar uppí. Fyrst er at siga, at Ólavur Hátún og undirritaði hava altíð tosað [...] kann vera fyri øllum sløgum av tónleiki í Føroyum, og at menn kunnu arbeiða saman í sátt og semju, og ikki bara lúra eftir, nær tiltøkini hjá øðrum eru. Og leggja síni egnu tiltøk samstundis? Stockholm, í [...] Summartónum, og eftirsum hann dugir sera væl at leggja til rættis og hevur gott samband við stuðlar ymsastaðni, var fíggingin skjótt í lagi. Men, ikki lesaranum at siga, so krevur eitt so mikið stórt og umfatandi