Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
At vit liva í kolveltandi broytingartíðum er veruleiki, og at tað fer at ganga skjótari enn, er eisini rætt, men lat málini verða loyst í rættari raðfylgju
Einki er at taka seg aftur í, at vit eru í kolveltandi broytingartíðum. Einki nýtt er í, at tíðir broytast, men ferðin er størri í dag, enn nakrantíð og fer støðugt at økjast.
Tað, sum fyrr var fiskiskapur, landbúnaður og handil hevur lutfalsliga flutt seg yvir á bókliga útbúgving, KST, tænastufyritøkur, og har fleiri hendur vórðu brúktar, hevur útbygda tøknin tikið við. Hetta hevur slept meiri pening í umferð og eitt lættari lív hjá teimum flestu. Brúk er í størri mun fyri fólki við førleikakravdum útbúgvingum.
Peningakervið er broytt, føroyingar gera íløgur uttanlands og útlendingar í Føroyum, m.a. fær frálandavinnan alt størri týdning.
Bygnaðarbroytingar gjørdar
Fyrst í tjúgundi øld vóru fáar kommunur í Føroyum men hesar øktust upp í 51, sum øldini leið, fyri aftur seinast í øldini og um aldarskifti at detta niðuraftur á 34 kommunur við ætlanum um einar 7 kommunur, tá fyribils er komið á mál.
Skattakrónurnar og við hesum krøvini til tað almenna vóru fáar, kommunuskatturin lá millum 2 og 5% og landsavgjøldini vóru smá. Peningurin var sum heild smáfallandi.
Eftir seinna krígslok broyttust bæði hugburður og sosialu viðurskiftini og í seinna helmingi av øldini vóru tveir so gott sum totalir húsagangir, meðan til aðrar tíðir gekk upp og niður vinnuliga og við vinnuni, hjá øllum samfelagnum.
Seinastu 40 árini hevur tað almenna, land og kommunur, eins og í londunum uttanum okkum, tikið størri ábyrgd innan sosial- og heilsuviðurskifti, eldra- og barnaansing og ymiskligum øðrum tænstustovnum. Krøvini til tað almenna eru óendalig og tí verður tað almenna drigið til ábyrgd fyri tørvi og kvaliteti av viðgerð. Landið er væl útbygt.
Alt í alt hevur hetta, uttan djúpri hugsanir og kanningar, fingið fleiri av okkara búskapar- og samfelagsfrøðingum, sentralistiskum politikarum og embætisfólkum at krevja eitt sentraliserandi valdømi, soleiðis, at alt skal savnast í høvuðsstaðnum.
Friður til sentralisering
Grundgevingarnar eru m.a., at so verður “friður” at reka landspolitikk, heldur enn at stríðast um og leggja íløgur uttan fyri høvuðsstaðarøkið, men at savna alt á einum staði. Tað hoyrir jú til nýmótans samfelagið, tí onkur trýr at meiri dynamikkur verður.
Tá løgtingsformaðurin, sum uttan at blunka brýtur samgonguskjalið, sigur, at málið er sterkar kommunalar eindir og eitt valdømi, hongur raðfylgjan langt í frá saman.
Ídag hava vit eitt sterkt savnað øki. Tað er høvuðsstaðurin. Øll hini økini eru ikki samanløgd enn og tí veik, og sum eg fyrr havi sagt, eisini tá eg var landsstýrismaður, at neyðugt er at leggja saman seinastu kommunur við lóg, fyri at fáa økini styrkt.
Hetta eigur fyrst at gerast, áðrenn tað kemur uppá tal at fáa eitt sentralistiskt valdømi.
Stýra orðaskiftunum neyvari
Aðrar grundgevingar eru m.a., at brúkt verður ov nógv tíð í løgtinginum til at tosa um útbyggingar av samferðslu, miðnámsskúlaverki o.a., ístaðin fyri at tikið “veruligar” samfelagsspurningar og –trupulleikar upp, hesum hava vit einum fyri at takka, tað er til eina og hvørja tíð sitandi løgtingsformanni, sum letur tingfólk sleppa at tosa um alt annað, enn tað málið snýr seg um, og ikki klára at stýra fundinum.
At menn sum løgmaður, løgtingsformaðurin og Karsten Hansen nú ynskja eitt valdømi, kann ein gera sær sína hugsan. Politikarar við hesi hugsan uttan fyri høvuðsstaðin kunnu ikki hava hugsað seg nóg væl um, ynskja teir at tæna øllum landinum samfelt.
Eg eri samdur við løgtingsformanninum í, at økini uttan fyri høvuðsstaðin mugu leggjast saman í størri og sterkari eindir, og um ikki við góðum, so við lóg, og tað eigur at verða gjørt nú. Tástandi kunnu vit fara at tosa um víðfevndar broytingar av løgtingsvallógini.
Suggesión
Annars minna øll hesi ó- ella illagrundgivnu upprópini um eitt valdømi meg ikki sørt um í 1979, tá iranska fólkið úti á gøtuni í Teheran geylaði, uttan at hugsa seg um, “Latið okkum fáa Khomeini aftur” – “Leingi livi kolveltingin”. – Tað endaði í kaos.
At vit liva í kolveltandi broytingartíðum er veruleiki, at tað fer at ganga skjótari, er eisini rætt, men latið okkum loysa málini í røttu raðfylgju.