Eitt einvegis amboð

Framtaksgrunnurin hevur greið áhugamál í einum føroyskum virðisbrævamarknaði. Men leikluturin hjá grunninum verður bert sum útbjóðari og ikki sum íleggjari



Virðisbrævamarknaður


Tað man vera lítið at ivast í, at ein av aktørunum á einum føroyskum virðisbrævamarknaði verður Framtaksgrunnurin. Endamál felagsins er at gera íløgur í verkætlanir, fyri síðani at kunna selja sín ognarpart av hesum, tá løtan til tess er hin rætta.
                      Við einum lítlum ognarparti var Framtaksgrunnurin eisini millum stovnararnar av partafelagnum, sum skal reka virðisbrævamarknaðin, og stjórin í grunninum, Jens Kári Vilhelm, er ikki í iva, tá spurt verður, hvørt tey síggja henda marknað sum eitt hent amboð.
                      - Tað sigur seg sjálvt, at hetta kann gerast eitt hent amboð hjá okkum. Men talan verður so bara um eitt einvegis instrument. Viðtøkurnar hjá okkum loyva okkum nevnliga ikki at handla við partabrøvum sum so. Vit kunnu upp í verkætlanir við avmarkaðari luttøku, og tá hetta hevur tænt sínum endamálið, skal íløgan seljast.
                      - Í eini sølustøðu er tað sjálvandi best hjá okkum, at virðini kunnu umsetast frítt, og tað er so í løtuni ein trupulleiki í onkrum av feløgunum, tí bindingar eru á partabrøvunum. Tað er ein spurningur, sum vit ikki fáa avgreitt einsamallir, tí verður sæð burtur frá Føroya Fiskavirking, so eru vit minnilutapartaeigarar, har vit hava sett pening í.
                      - Nakað annað er so tað, at vit innan ein ávísan tíðarhorisont vónandi kunnu fáa fría umsetiligheit á partabrøvunum. Tað er eisini í nøkrum førum so, at aðrir eigarar hava framíhjárættindi at keypa partabrøv í eitt ávíst áramál, men at talan síðani verður um fría umsetiligheit. Í øllum førum hava vit í partaeigaraavtalunum altíð eitt modell fyri exit, soleiðis at tað er staðfest, hvussu vit kunnu úr okkara eigaraskapi, um hetta er ynskiligt. Og her kann eg siga, at tað framyvir helst verður so, at vit altíð vilja tryggja okkum fría umsetiligheit á partabrøvunum, eftir at eitt ávíst áramál er liðið.
 
Skulu avseta íløguna
Tá tosið fellir inn á ein virðisbrævamarknað, sær stjórin sum sagt hetta sum ein áhugaverdan møguleika, men hann leggur tó dent á, at hesin helst ikki verður relevantur í fleiri av førunum, har grunnurin hevur sett pening.
                      - Poengið hjá okkum er fyrst og fremst, at íløgan skal kunna avsetast eftir ávíst áramál. So er tað ikki altavgerandi, hvørt hetta verður gjørt á einum virðisbrævamarknaði ella á annan hátt. Tað er eisini avmarkað, í hvønn mun hesi feløg kunnu koma á ein komandi virðisbrævamarknað. Fyrst og fremst skal talan gjarna vera um eina hampuliga stóra volumu, eins og eigaraskarðin helst skal vera nóg breiður, heldur Jens Kári Vilhelm.
                      Spurdur, hvørt grunnurin í løtuni hevur nakrar ítøkiligar ætlanir um at selja ognir, ella um teir kanska standa klárir við feløgum, sum skulu noterast á einum komandi marknaði, sigur hann, at partvíst eru teir farnir undir hetta arbeiðið.
                      - Fyri Fiskavirking er galdandi, at vit hava gjørt tað mesta av forarbeiðinum til eina børsnotering. Tað vil so siga, at vit eru til reiðar at gera eitt prospekt, tá virðisbrævamarknaðurin kemur upp at koyra. Í øðrum førum eru tað ikki vit einsamallir, sum gera tað av. Standa vit t.d. við 20% av partapeninginum í einum felag, so nyttar okkum lítið at senda hetta á marknaðin, um tey 80% eru ímóti tí. Tað eru jú eigararnir, sum gera av, hvørt eitt felag verður skrásett ella ikki, og sum minnilutapartaeigarar mugu vit sjálvandi laga okkum eftir tí.
 
Krevur tilvenjing
Spurdur, hvørt ein framtíðar notering á einum virðisbrævamarknaði kann hugsast at gerast ein treyt, tá verkætlanir framyvir verða lagdar fyri grunnin, sigur stjórin, at tað dugur hann illa at ímynda sær.
                      - Tað er jú ikki altíð, at tað er hóskandi til virkið. Hartil er tað eisini gjarna so, at um eitt virkið gongur væl, so verður tað neyvan nakar trupulleiki at sleppa av við okkara íløgu. Tað vil jú altíð vera ein spurningur um avkast.
                      - Og so má eg eisini siga, at hetta við virðisbrævamarknaðinum er nakað, sum kemur at taka tíð. Tað krevst ein umfatandi hugburðsbroyting til, og hon verður ikki gjørd frá degi til dags. Tað krevur sína tilvenjing, um føroysk virki til dømis skulu venja seg við tað gjøgnumkygni, sum eigur at vera á einum slíkum marknaði, so at rokna við nakrari kollvelting her og nú, haldi eg ikki vera rætt. Hinvegin er føroyska samfelagið somikið lítið, at tað eisini ber til at hava gjøgnumskygni, uttan at hetta beinleiðis skal vera á einum partabrævamarknaði, staðfestir stjórin fyri Framtaksgrunnin at enda.