Rás sendir fast eina sending úr Runavíkar kommunu, mánadagar millum klokkan 16 og 17.
Runavíkarsendingin í dag verður rættiliga serlig. Gomlu vertirnir til sendingina "Vespureiðrið", sum var nógv at hoyra fyrst í hesari ølduni verða at hoyra á Rás2 millum klokkan 16 og 17.
John Andersen og Jonhard Hansen fara saman við tøkninginum, Mark Joensen at senda beinleiðis úr býráðssalinum í Runavík, har m.a. venjararnir hjá NSÍ og B68 koma á gátt, umframt onnur góð fólk.
Talan verður um eitt eingangs vespureiður, sum tó kann verða endurtikið aftur seinni í ár.










