bjartskygd um møguleikarnir at ala á Sandsvág, at avgerð er tikin um at halda fram við royndunum komadi vár. Tað sigur Fiskaaling í tíðindaskrivi í dag. Í eina tíð hevur verið roynt at ala í meira harðbalnum [...] Sandsvág verið nýtt. Væntað var, at aldurnar fóru at gerast størsta avbjóðingin, men tað vísti seg at verða streymviðurskiftini, sum høvdu størstu ávirkanina. Tað vísir seg, at ringarnir við smolti, ið hava [...] eru lagaligari. Øystein Patursson, granksari á Fiskaaling, sigur, at bjartskygni um framhaldandi aling á Sandi er somikið stórt, at roynt verður við stórum smolti hesuferð. Fiskaaling hevur gjørt mátingar
tað fara vit nú at virka fyri. Tað er niðurstøðan hjá Alzheimerfelagnum eftir eitt kafékvøld í Klaksvík í gjárkvøldið. Alzheimer felagið sigur annars, at kvøldið vísti, at tey avvarðandi at fólki við alzheimer [...] gera tað stóra arbeiðið fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, tí tað manglar stuðul og forstáilsi frá myndugleikunum. Ein annar trupuleiki, ið var nógv umrøddur, er, at á búplássunum eru ongar deildir [...] politiskur og fíggjarligur stuðul fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, so at Norðoyggjar, eins og onnur øki í Føroyum, kunnu kalla seg eitt demensvinaligt samfelag. – Fyri at náa hesum máli krevst kunning og
sjúkrahúsunum. Hartil er avtalað, at partarnir skulu arbeiða víðari við, at viðgera ymisk evni, hetta fyri at betra um samstarvið millum kommunulæknarnar og myndugleikarnar og at betra um tænastuna. Serstakt [...] fyri allar kommunulæknar. Ein serlig hækkan verd at nevna er, at kommunulæknin fær eina hægri veiting, tá ið hann fer út á heimavitjan. Tað fer væntandi at lætta um, nú sjúklingar verða skjótari útskrivaðir [...] sáttmálar eru endurnýggjaðir fyri trý ár. Í semjuni liggur, at samlaði kostnaðurin av kommunulæknaskipanini, sum í dag er um leið 65 mió. kr. árliga, fer at hækka upp í um leið 68,2 mió. kr. Lønarpartarnir hjá
undan, at skip av øllum alvi fara at finna sniðgøtur, sum tey gera, um tey arbeiða undir einari kvotaskipan. Formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, er ikki í iva um, at tað á allan hátt er betri at varðveita [...] fiskidagaskipanina, heldur enn at fara yvir til eina kvotaskipan. Hann sigur, at tá ið vit hava havt kvotaskipanir, so roynir vinnan altíð - og av øllum alvi - at finna sniðgøtur fyri at fáa sum mest úr kvotunum [...] skal gerast. Tað er sum hann ikki skilir, at vit taka ikki undir við uppboðssøluni, sigur Jørgin Niclasen. - So, um ein breið semja skal finnast, krevur tað, at samgongan av álvara flytir seg, sigur Jørgen
hava røddir verið frammi um, at tað minsta var, at føroyingar ruddaðu upp eftir sær í Grønlandi. Og eftir ein ríkisfund í vár, staðfesti Løgmaður, at nú var tilgongdin at rudda upp í Føroyingahavnini, [...] Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýti, at vita frá løgmanni, hvat er hent í málinum seinastu tíðina. Hann vil eisini vita, nær tað er væntandi, at tað verður liðugt at ruda í Føroyingahavnini. Og tað skal [...] Højgaard sigur, at tað hevur ljóðað, at nógvir føroyingar eru áhugaðir í hesum uppruddingararbeiði. Les eisini: Skulu finna fígging til Føroyingahavnina – Tá skuldi tað verið sjálvsagt, at tað verður føroysk
Hann sigur, at samráðst verður eisini við danskar myndugleikar um at flyta føroysku sendifólkini upp í tign, so at tey fáa betri atgongd til tær diplomatisku keldur, vit hava brúk fyri at hava samband [...] tey. Men av tí, at tey arbeiða ígjøgnum danska uttanríkisráðið, rinda tey allan skatt í danska statskassan. Hetta undraði tingfólk, men Poul Michelsen sigur, at nú verður arbeitt við at broyta ta skipanina [...] skipanina. Hann heldur, at tað er ein ómoralur í, at føroyingar rinda lønina, men danir fáa skattin av lønini. Hann sigur, at hann hevur tikið málið upp við danskar myndugleikar, tí hetta skal ikki ganga eitt
víðari, at enn vísa tær flestu forsøgnirnar, at Hillary Clinton fer at vinna. Munurin minkar flesta staðni, men sannlíkt er, at tað er í seinna lagið hjá Trump at gera eitt nóg stórt lop fyri at kunna vinna [...] av amerikanska valinum. Tóri Højgaard sigur, at vanliga hava Demokratarnir eini 250 tryggar valmenn, men tað er ikki líka trygt hesuferð. Tað vil siga, at um Donald Trump ger eitt lop í statum sum til [...] vanliga fáar atkvøður á muni í Flordia, sum hevur nógv at siga. Tað kann avgera nógv. Hillary Clinton slapp undan seinastu teldupostgøluni, men tað er ringt at siga hvørja ávirkan tað hevur tá samanum kemur.
hildu sjálvandi, at tað aftur var Eiðis kommuna, sum hevði dripið svanirnir, men borgarstjórin, Jógvan í Skorini, noktaði fyri, at kommunan hevði nakað við málið at gera. Tað ljóðaði fyrst, at svanurin var [...] Týskvøldið løgdu eiðisfólk til merkis, at ein svanur á vatninum var deyður. Hetta vakti ans, tí at fyrr í ár gav Eiðis kommuna boð um, at allir seks svarnirnir skuldu avtakast. Nú vóru svanir so aftur [...] avsannar í dag, at so er. - Svanurin er ikki skotin, men alt bendir á, at hann er dripin av mannahond, sigur vakthavandi. Enn er ikki greitt, júst hvussu hann er dripin, men líkt er til, at hann er stungin
sýnir, at hann var sera stoltur at sleppa at ganga inn á Tórsvøll, sum liðskipari hjá tí føroyska fótbóltslandsliðnum. - Hetta er tað reina tika-tika eru rósandi orðini Atli Gregersen hevur at siga um [...] átti at havt skorað í kvøld, men annars er Atli Gregersen glaður at hava fingið javnleik ímóti Ungarn, og staðfestir, at tað er ótrúligt, at eitt so lítið land, sum Føroyar kann hava so góðar fótbóltsspælarar [...] góð orð at bera føroysku áskoðarunum, sum veruliga bóru hann og liðfelagarnar, tá tað leikaði harðast á. Tá Sølvi Vatnhamar gongur framvið fær hann eitt lítið vinarligt gleps frá liðskiparanum, at hann átti
kom tí eitt sindur óvart á, at hon nú valdi at skifta til VÍF. - Høvuðsorsøkin er nokk tann, at eg havi brúk fyri einari broyting, onkrum nýggjum, og tá tað ikki liggur fyri at fara uttanlands, so mátti [...] Sosialin, tá hon skifti til VÍF. Nú hevur valt at siga, at tað ikki riggar at spæla við VÍF. - Eg vildi royna nakað nýtt, men tað riggaði ikki. Eg havi ásannað, at eg hoyri heima í Kyndli, sigur Turið Arge [...] Arge við Kringvarpið. Hon sigur eisini við Kringvarpið, at tað er í sátt og semju, at hon nú gevst í VÍF.