Fólkaflokkurin vil varðveita fiskidagarnar

Men flokkurin heldur, at uppleggið um nýggja fiskivinnuskipan frá Sambandsflokkinum er eitt gott samráðingarupplegg

Við fiskidagaskipanini slepst undan, at skip av øllum alvi fara at finna sniðgøtur, sum tey gera, um tey arbeiða undir einari kvotaskipan.

 

Formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, er ikki í iva um, at tað á allan hátt er betri at varðveita fiskidagaskipanina, heldur enn at fara yvir til eina kvotaskipan. Hann sigur, at tá ið vit hava havt kvotaskipanir, so roynir vinnan altíð - og av øllum alvi - at finna sniðgøtur fyri at fáa sum mest úr kvotunum.

 

Politiskt sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, at uppleggið frá Sambandsflokkinum er eitt gott upplegg til samráðingar.

 

- Tað er munandi betri enn tað uppleggið, sum landssstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, heldur fast um. Har er ein uppboðssøla eitt og alt, so hjá honum er spurningurin mest, hvussu uppboðssølan  skal gerast. Tað er sum hann ikki skilir, at vit taka ikki undir við uppboðssøluni, sigur Jørgin Niclasen.

 

- So, um ein breið semja skal finnast, krevur tað, at samgongan av álvara flytir seg, sigur Jørgen Niclasen.