Royna aftur á Sandi í vár

Marine Harvest og Fiskaaling fara aftur at royna aling á Sandsvág í vár

Fiskaaling og Marine Harvest eru somikið bjartskygd um møguleikarnir at ala á Sandsvág, at avgerð er tikin um at halda fram við royndunum komadi vár.

 

Tað sigur Fiskaaling í tíðindaskrivi í dag.

 

Í eina tíð hevur verið roynt at ala í meira harðbalnum økjum í Føroyum. Millum annað hevur Sandsvág verið nýtt. Væntað var, at aldurnar fóru at gerast størsta avbjóðingin, men tað vísti seg at verða streymviðurskiftini, sum høvdu størstu ávirkanina.

 

Tað vísir seg, at ringarnir við smolti, ið hava verið á Sandvág, hava ligið í einum øki, har tað eru harlig streymviðurskiftir, ið hava við sær, at nógvur fiskur doyði.

 

Í vár verður tó roynt aftur. Hesuferð verða ringar við smolti lagdir longur inni á vágni, har streymviðurskiftini eru lagaligari.

 

Øystein Patursson, granksari á Fiskaaling, sigur, at bjartskygni um framhaldandi aling á Sandi er somikið stórt, at roynt verður við stórum smolti hesuferð.

 

Fiskaaling hevur gjørt mátingar í øðrum økjum, har aling ikki er í løtuni. Millum annað í Svínoyarfirði, Vestmannasundi, Velbastað og á Sandi.