Føroyingar hava sendifólk í fleiri staðni í Evropa. Men tey rinda øll skatt til danska statskassan.
Hesar óvæntaðu upplýsingarnar hevði Poul Michelsen, landssýrismaður í uttaríkisviðurskiftum at bera Løgtinginum í dag.
Føroya Landstýri hevur sendistovu í Keypmannahavn, Brúsell, London, Reykjavík og í Moskva.
Tað eru føroyingar sum rinda allar lønir og aðrar útreiðslur til tey. Men av tí, at tey arbeiða ígjøgnum danska uttanríkisráðið, rinda tey allan skatt í danska statskassan.
Hetta undraði tingfólk, men Poul Michelsen sigur, at nú verður arbeitt við at broyta ta skipanina. Hann heldur, at tað er ein ómoralur í, at føroyingar rinda lønina, men danir fáa skattin av lønini.
Hann sigur, at hann hevur tikið málið upp við danskar myndugleikar, tí hetta skal ikki ganga eitt ár afturat.
Hann sigur, at samráðst verður eisini við danskar myndugleikar um at flyta føroysku sendifólkini upp í tign, so at tey fáa betri atgongd til tær diplomatisku keldur, vit hava brúk fyri at hava samband við.