Í síni tíð høvdu føroyingar nógv virksemi í Føroyingahavnini í Grønlandi. Men síðani føroyingar góvust har yvir, hevur hon ongan góðan havt, og liggur bara og forfellur.
Men seinastu árini hava røddir verið frammi um, at tað minsta var, at føroyingar ruddaðu upp eftir sær í Grønlandi.
Og eftir ein ríkisfund í vár, staðfesti Løgmaður, at nú var tilgongdin at rudda upp í Føroyingahavnini, byrjað.
Men síðani er einki hent og nú spyr Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýti, at vita frá løgmanni, hvat er hent í málinum seinastu tíðina.
Hann vil eisini vita, nær tað er væntandi, at tað verður liðugt at ruda í Føroyingahavnini.
Og tað skal løgmaður nú greiða løgtinginum frá um nakrar dagar.
Kári P. Højgaard sigur, at tað hevur ljóðað, at nógvir føroyingar eru áhugaðir í hesum uppruddingararbeiði.
Les eisini: Skulu finna fígging til Føroyingahavnina
– Tá skuldi tað verið sjálvsagt, at tað verður føroysk arbeiðsmegi, skip og útgerð, ið nýtt verða at gera neyðuga uppruddingararbeiði.