Turið Arge Samuelsen boðaði fyrr í ár frá, at hon skifti barndómsfelagið Kyndil út við VÍF. Nú angrar hon avgerðina og fer heima aftur til Kyndil, skrivar Kringvarpið í dag.
Hon hevur verið millum stinnastu spælararnar í føroysku kappingini seinnu árini. Hon hevur øll árini spælt við Kyndli, og tað kom tí eitt sindur óvart á, at hon nú valdi at skifta til VÍF.
- Høvuðsorsøkin er nokk tann, at eg havi brúk fyri einari broyting, onkrum nýggjum, og tá tað ikki liggur fyri at fara uttanlands, so mátti eg flyta felag í Føroyum, segði Turið Arge Samuelsen við Sosialin, tá hon skifti til VÍF.
Nú hevur valt at siga, at tað ikki riggar at spæla við VÍF.
- Eg vildi royna nakað nýtt, men tað riggaði ikki. Eg havi ásannað, at eg hoyri heima í Kyndli, sigur Turið Arge við Kringvarpið.
Hon sigur eisini við Kringvarpið, at tað er í sátt og semju, at hon nú gevst í VÍF.