á Facebook nú ávaraðir um, at hesar myndirnar møguliga eru stoytandi, og ein skal tí sjálvur samtykkja at fáa myndina vísta. Ein teirra, sum legði mynd á Facebook av uppskornum hvalum fyrradagin var Heri [...] kvalist av hvala myndum á facebook!" Undir dagføringini eru fleiri, sum taka undir við Eivør, ið seta spurning við hvørt myndirnar í grundini tæna nøkrum endamáli.
Ein spurning hevur løgmaður fingið meiri enn nakran annan í dag. - Ná, hvussu eru tey so? Nú havi eg verið vertur teirra í eitt samdøgur og kann siga, at tey eru nærverandi, forvitin, gávaði og stuttlig [...] krúnprinsparið væntaði sítt fyrsta barn. Tað var sermerkt fyri meg og konuna, tí tá væntaðu vit eisini ein son, segði løgmaður. Hann tosaði víðari um, hvussu tætt sambandið er millum føroyingar og danir. - [...] kongafamiljan vitjaði í juni 1978. - Tá sóu vit tykkum fyrstu ferð í føroyskum klæðum og tí er tað okkum ein gleði, at kunna geva børnum tykkara føroysk klæði, nú tey vitja land okkara fyri fyrstu ferð, segði
varð í úrtíð. Mikudagin setti Høgni Hoydal nýggja landsstýrismanninum, Jógvani við Keldu, ein munligan spurning, um nýggi landsstýrismaðurin ætlar at fáa semjuna millum seg og Bertel Haarder undirskrivaða [...] umboð fyri Klaksvíkar kommunu fara til Havnar á fund. Í fylgi við borgarstjóranum, Páll á Dul, er ein ungur og nývaldur kommunupolitikari ? Jógvan við Keldu. 27 ára gamal og fyri fyrstu ferð í høvuðsstaðnum [...] og fundurin verður hildin á skrivstovuni hjá skrivstovustjóranum. Fyrst í februar mánaði 2004 skal ein nývaldur landsstýrismaður fyri fyrstu ferð hitta komandi starvsfelagar sínar. Jógvan við Keldu hevur
og so var hann í einum stiga fyri at kanna lutirnar í erva. Tað var eitt arbeiði, sum ein eins væl kundi latið ein maskinist gjørt, annaðhvørt av serligum alski til hesa maskinuna, ella tí hann av øðrum [...] smáar, og bøtt verður um tær beinanvegin. Vilja tygum ikki sita?” spurdi hann at enda, tók ein stól úr einari rúgvu av kurvastólum og beyð ferðamanninum hann; ferðamaðurin kundi ikki siga nei. Hann [...] og tað skal eisini eydnast mær framyvir. – Tygum vildu hava hetta mál lýst; tað er eins einfalt, sum øll onnur. Ein kapteynur meldaði í morgun mannin her. Honum er tillutað at vera klæðseksdrongur og
fastar; tað tóktist í fyrstu atløgu at vera ein lætti fyri tann dømda. Og nú fór harvan eitt sindur niður, tí tað var ein klænur maður. Tá broddarnir nurtu hann, fór ein nøtran yvir hansara húð; hann rætti, meðan [...] Haðani breiðir tað seg. Ein sjón, ið kundi lokkað onkran eisini at lagt seg upp undir harvuna. Tað hendir jú einki, maðurin byrjar bert at týða skriftina, hann krympar munnin, eins og lurtar hann. Tygum [...] umsiting av maskinuni er nógv skerd. Hjá fyrrverandi kommandantinum var ein kassi opin til mín, einans ætlaður júst hesum. Her var ein goymsla við øllum hugsandi eykalutum. Eg viðgangi, at eg nærum oyðslaði
alt annað enn nøktandi. Tað sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og nú fer hon at reisa málið á Løgtingið, har hon spyr Bárð á Steig Nielsen, løgmann, hvat hann ætlar at gera við tað. – [...] eru nøktandi og tá dómurin nógv harðari enn ætlanin var. – Tað er ongin ivi um, at tað er at herða ein dóm óneyðugt, tá ið fólk skulu sita í einum øðrum landi við aðrari mentan, øðrum máli og avmarkaðum
ivamál. Runavíkingar vóru eisini fegnir um, at tað hevði eydnast teimum at finna ein nýggjan málverja, og so skuldi ein hildið, at allir partar vóru nøgdir. Krevja pening Trupulleikin er tó tann, at F [...] Fuglafirði frætta vit, at tey enn einki greitt svar hava fingið upp á henda spurning, og vilja tey tískil halda fast við sítt. Ein onnur orsøk til støðufesti teirra er, at tey fegin vilja hava staðfest, hvussu [...] skriva sáttmálar við leikarar sínar. Í fyrsta umfari varð avgjørt, at FSF skuldi gera uppskot til ein standardsáttmála, og á aðalfundinum fyri einum ári síðani varð so endaliga samtykt, hvørjar reglur
Bjargingartænastuni frá, at ein bátur rópti á kanal 16 og segði, at hann visti ikki, hvar hann var staddur. Tjaldrið og Triton fóru beinanveg at royna at peila seg fram til bátin, eins og tyrlan hjá Triton fór [...] lættliga gerast ein dýr søga, um neyðugt verður at leita eftir fólki orsakað av ólíkindum. Eli Lyngvej Larsen, pressuoffiserur á Færøernes Kommando, sigur, at um so er, at løgreglan fer at reisa eitt politimál [...] Kommando eisini fer at senda rokning fyri tyrluflúgving. Og tað kann skjótt gerast ein dýrur túrur. Tí tyrlan var á flogi í ein tíma og eitt korter hendan morgunin, og hvør flogtími kostar 29.000,- krónur,
meiriluti fyri verkætlanini. Hetta eri eg sera harmur um. Úrslitið verður helst, at Bústaðir koma at reisa eina minni verkætlan á føtur her í økinum, men tað málið hongur eisini í leysum lofti. Sonni á Horni [...] snúði verkætlanin seg um at taka egningarmiðstøðina, sum liggur beint uttan fyri, niður og byggja ein annan vinkul-bygning á økinum við níggju leiguíbúðum aftrat. Bæði Bústaðir og P/F Petur Larsen vóru [...] byggjast har ístaðin. Hetta hevði tó skemmað náttúruna nógv. Sonni á Horni heldur ikki, at hetta er ein góð loysn fyri býarumhvørvið. Tað var annars Eyðun Eliasen, arkitetur, sum teknaði verkætlanina hjá
finaluna ímóti Grønlandi í liðkappingini, var ein stór uppliving í sjálvum sær, men soleiðis sum tað gekk fyri seg, er øll orsøk til at rósa badmintonfólkunum fyri ein fantastiskan innsats og eitt einastandandi [...] øðrum setti, 21-19, so fekk hann ikki ein kjans frá Aksel í triðja og avgerandi settinum, sum var vunnið 21-14. – Hetta var fantastiskt, men tungt. Tað gjørdist ein sálarligur dystur okkara millum, og har [...] skelva á hondunum vunnu tær báðar føroysku ein tryggan 2-0 sigur, og í báðum settunum var munurin 21-16. Og so títt og knapt, dysturin var liðugur, var alt ein stórur trunki inni á vøllinum, tí øll tey