Leiting
Tíðliga sunnumorgunin boðaði Tórshavn Radio Marinustøðini og Vaktar- & Bjargingartænastuni frá, at ein bátur rópti á kanal 16 og segði, at hann visti ikki, hvar hann var staddur.
Tjaldrið og Triton fóru beinanveg at royna at peila seg fram til bátin, eins og tyrlan hjá Triton fór á flog.
Komið varð eftir, at báturin helst var staddur sunnanvert Tindhólm ella har á leið.
Tað vísti seg eisini at passa, og tyrlan fann bátin suður úr Tindhólmi. Umframt at hann ikki visti at siga, hvar hann var staddur, var báturin eisini uppsteðgaður, tá hann var funnin. Veðrið var tá longu øtlað nakað, um enn tað ikki varð vorðið til tað illveðrið, tað seinni gjørdist, verður sagt av Marinustøðini.
Ein einsamallur maðuri var í bátinum, sum var farin av Sørvági leygarkvøldið.
Báturin varð sleipaður á Sørvág, har løgreglan stóð fyri honum, upplýsir Eli Lyngvej Larsen, pressuoffiserur á Færøernes Kommando.
Tá Sosialurin tosaði við Færøernes Kommand beint fyri evstamark í gjár, var ikki greitt, um løgreglan fór at gera nakað meira við málið, segði Eli Lyngvej Larsen. Og hvørki vakthavandi á politistøðini í Vágum ella í Havn visti at siga nakað um, hvørt nakað meira fór at henda.
Tað kann lættliga gerast ein dýr søga, um neyðugt verður at leita eftir fólki orsakað av ólíkindum.
Eli Lyngvej Larsen, pressuoffiserur á Færøernes Kommando, sigur, at um so er, at løgreglan fer at reisa eitt politimál fyri eitthvørt óregluligt í samband við slíka sigling og leiting sum hesa sunnumorgunin, er ikki óhugsandi, at Færøernes Kommando eisini fer at senda rokning fyri tyrluflúgving.
Og tað kann skjótt gerast ein dýrur túrur. Tí tyrlan var á flogi í ein tíma og eitt korter hendan morgunin, og hvør flogtími kostar 29.000,- krónur, verður sagt av Færøernes Kommando.