Familjumál eiga at verða føroyskt málsøki

Nýggi landsstýrismaðurin við innlendismálum, Jógvan við Keldu heldur tað er púra burtur við, at danir umsita familjumál. -Hetta økið rakar øll frá vøggu til grøv og tí eiga vit sjálvsagt at umsita økið sjálvi, greiðir landsstýrismaðurin frá. Hann sigur seg vilja royna virka fyri, at familjumál gerast føroyskt málsøki

Árið er 1971. Tvey umboð fyri Klaksvíkar kommunu fara til Havnar á fund. Í fylgi við borgarstjóranum, Páll á Dul, er ein ungur og nývaldur kommunupolitikari ? Jógvan við Keldu. 27 ára gamal og fyri fyrstu ferð í høvuðsstaðnum í politiskum ørindum.
Leiðin gongur í Tinganes at tosa við Johan Djurhuus, og fundurin verður hildin á skrivstovuni hjá skrivstovustjóranum.
Fyrst í februar mánaði 2004 skal ein nývaldur landsstýrismaður fyri fyrstu
ferð hitta komandi starvsfelagar sínar. Jógvan við Keldu hevur fingið nógvar politiskar royndir, hárið er nakað gránað, og hann hevur júst rundað tey 60 árini. Nú skal hann fyri fyrstu ferð røkja ein landsstýrissess.
Samkoman fyri nýggja landsstýrismanninum verður hildin í fundarhølunum hjá
Innlendismálaráðnum. Jógvan við Keldu hyggur rundan um seg. Hann kennir seg aftur.
33 ár eru liðin, síðani hann, sum eitt óskrivað blað í politikki, fór til Havnar á fund. Nú byrjar ein nýggj politisk ferð. Og hon byrjar á sama staði, sum tann fyrsta politiska ferðin.
Á gomlu skrivstovuni hjá Johan Djurhuus.

Nýtt ráð
Uppgávan hjá Jógvani við Keldu komandi árini verður at sita fyri nýggja aðalráðnum, Innlendismálaráðnum. Undan valinum 20.januar søgdu flestu flokkar seg ynskja at skerja talið av aðalráðum og tá avtornaði komu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin ásamt um skerja talið úr níggju niður í sjey aðalráð.
Oljumálaráðið, Heilsumálaráði og Løgmálaráði vórðu niðurløgd, meðan eitt nýtt Innlendismálaráðið varð sett á stovn. Fyrr í vikuni tók samgongan fyrsta stigið at umskipa miðfyrisitingina frá níggju aðalráðum til sjey, men framvegis eru øll málsøkini ikki komin upp á pláss. Eitt teirra er strandferðslan, sum eftir ætlan skal flytast úr Vinnumálaráðnum til Innlendismálaráðið.
Jógvan við Keldu og Bjarni Djurholm eru komnir ásamt um, at Innlendismálaráðið yvirtekur ikki Strandsferðsluna, fyrr enn fíggjarlógararbeiðið fyri 2004 er avgreitt og tað verður ikki væntandi fyrr enn í apríl mánað.
Umframt strandferðslu, situr Innlendismálaráðið fyri lógarmálum, umhvørvismálum, kommunumálum, býarskipanarmálum, økis- og útoyggjamenning.

Ov fáar yvirtøkur
Nýggja ABC-samgongan hevur sett ein hóvligari yvirtøkuleist út í kortið enn undanfarna samgonga. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru samdir um at fremja fimm yvirtøkur hetta samgonguskeiðið.
Talan er um fólkakirkjuna, fjølmiðlaábyrgdarlógina, vinnufelagslóggávuna, tilbúgvingina og heimafturtøku av tinglýsingini.
Spurdur, um yvirtøkurnar ikki eru ov fáar í tali, svarar Jógvan, at persónliga hevði hann ynskt, at yvirtøkurnar vóru fleiri í tali, tí hann er sjálvstýrissinnaður, sum hann málber seg.
Hóast tað er fest niður í samgonguskjalið, at fimm yvirtøkur skulu fremjast komandi árini, ætlar Jógvan við Keldu at virka fyri, at møguliga onnur málsøkið, hann umsitir, koma undir føroyskt málsræði hetta samgonguskeiðið

Óskiljandi
-Tað er púra óskiljandi, at danir skulu umsita familjurættarmálini. Eitt mál, ið ongantíð ov skjótt verður yvirtikið er rættindini hjá børnunum til bæði foreldrini. Familjurættarøkið rakar øll frá vøggu til grøv og tí eiga vit sjálvsagt at umsita økið sjálvi, greiðir landsstýrismaðurin við innlendismálum frá.
Hann leggur afturat, at familjurættarøkið kostar bert 4 mio. krónur árliga og tí skuldi tað ligið væl fyri at yvirtikið málsøkið
-Vit hava tosað um at yvirtaka fólkakirkjuna og løgregluna, sum bæði eru fíggjarliga tung øki, meðan familjurættarmál ikki eru serliga tung fíggjarliga, men rakar okkum allar føroyingar. Galdandi familjurættarlóggavá er frá 1922 og hon eigur ongantíð ov skjótt at verða dagførd, sigur Jógvan við Keldu.
Jógvan við Keldu fer í aðru viku at umrøða eina møguliga yvirtøku av familjurættarmálum saman við landsstýrinum. Tað eru átta mál, sum eru knýtt at familjurættarmálum. Nevnast kunnu hjúnarbandslógin, fosturtøkulóg, ættleiðing og barnarættindi.

Óvist við grundlógini
Arbeiðið hjá Grundlógarnevndini skal eftir ætlan verða avgreitt flaggdagin 25.apríl í ár. Hvussu líður við arbeiðnum er óvíst og ivi hevur eisini stungið seg upp um, hvussu grundlógararbeiðið skal skipast í framtíðini
Nakað av orðadrátti hevur seinasta árið verið í samband við grundlógararbeiðið, tí bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hóttu við at taka seg úr Grundlógarnevndini.
Nýggja ABC-samgongan hevur sett sær fyri at skipa arbeiðið í Grundlógarnevndini av eftir einum leisti, sum Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu taka undir við.

Ongar sertreytir
Í heyst var veruligt rumbul í føroyska hondbóltsheiminum, tá ivi skakk seg upp, um ávísir útlendskir hondbóltspælarar høvdu fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. Málið varð viðgjørt á politiskt stigi og úrslitið varð, at Høgni Hoydal og danski ráðharrin, Bertel Haarder, komu ásamt um at gera eina lóggávu, sum millum annað tryggjaði ítróttafólki sertreytir í samband við uppihaldsloyvi í Føroyum.
Semjan millum Høgna Hoydal og Bertel Haarder varð kortini ongantíð undirskrivað, tí valið varð í úrtíð.
Mikudagin setti Høgni Hoydal nýggja landsstýrismanninum, Jógvani við Keldu, ein munligan spurning, um nýggi landsstýrismaðurin ætlar at fáa semjuna millum seg og Bertel Haarder undirskrivaða. Jógvan við Keldu svaraði, at hann er í iva um tað er rætt at veita útlendskum ítróttafólki sersømdir, tá tey skulu hava uppihaldsloyvi í Føroyum
-Hetta er eitt álvarsmál, sum er alt annað enn einfalt. Vit hava í dag bert hálvproffessionell ítróttafólk, sum vanliga hava arbeiðið við síðurnar av. Eg haldi tað er skeivt at taka arbeiðsstyrki inn, tá fleiri føroyingar sjálvir mangla arbeiði og arbeiðsloysið økist, vísir Jógvan við Keldu á.
Hann heldur, at vit kunnu ikki sammeta ítróttafólk við læknar og onnur vísindafólk, tí hesi hava eina servitan, sum er sera átrokandi, tá tað trýtur við slíkum fólki í føroyska samfelagnum
Jógvan leggur kortini afturat, at hann heldur tað er gott at hava fremmand ítróttafólk í Føroyum, tí hesi eru við at hækka støðið, men ivast stórliga um tey kortini hava uppiborið sersømdir.
-Tað er alneyðugt at trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihaldsloyvum verða loystir. Vit hava í dag eina ómetaliga floykta skipan, sum skal gerast einfaldari. Eg fari í næstum at taka málið um arbeiðs- og uppihaldsloyvi upp av nýggjum, sigur landsstýrismaðurin
Talið av umsøknum um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum var 800 í fjør.
Færri eindir
Jógvan við Keldu er ein sera royndur býráðspolitikkari og hann hevur eisini í tveimum tíðarskeiðum verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Sum býráðspolitikkari var hann mangan í hóslag við landsstýrið, men nú hevur hann skift sess og skal vegna landið samráðast við kommunurnar.
Seinastu árini hava fleiri kommunur kring landið lagt saman ella økt um samstarvið. Seinasta samanleggingin var Runavík, Skála og Oyndarfjørður, sum í 2005 verður ein felags kommuna.
Nýggi landsstýrismaðurin við innlendismálum dylir ikki fyri, at gongdin við kommunusamanleggingum og øktum samstarvi er hin rætta. Hann sigur seg vænta, at enn fleiri kommunur fara at leggja saman komandi árini.
-Hetta er ein nattúrlig gongd og eg beri ótta fyri, at tær kommunurnar, ið ikki vilja samstarva við aðrar, gerast eftirbátar. Uppgávurnar hjá kommununum gerast størri og størri í vavi og tí verður neyðugt við størri eindum, sigur Jógvan við Keldu.
Jógvan við Keldu sigur seg vilja virka fyri, at fleiri øki verður løgd út til kommunurnar at umsita og sipar til sambýli, heimahjálp og røktarheim, sum eftir hansara tykki eiga verða umsitin av kommununum.

Kannast betur
Undanfarna samgonga var við til at leggja barnagarðsøkið út til kommunurnar við góðum úrslitum. Arbeiðið við at leggja bæði barnaverndina og eldraøkið út til kommunurnar var eisini komið væl áleiðis, áðrenn vátt kom í reiðrið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum endaði løgtingsvali í úrtíð.
Í valstríðnum var eldraøkið nógv umrøtt. Flokkarnir vóru ymiskir á máli, hvørt tað var rætt at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Nýggi landsstýrismaðurin í innlendismálum sigur seg vilja virka fyri, at eldraøkið verður latið kommunum at umsita.
Eg haldi at bæði barnaverndarøkið og eldraøkið skulu út til kommunurnar. Tað er kortini alneyðugt, at fyrireikingararbeiðið verður gjørt væl.
-Eg haldi ikki kanningararbeiðið í undanfarnu samgongu var gjørt nóg væl og tí skal ætlanin við barnaverndini og eldraøkinum endurskoðast, sigur Jógvan við Keldu.
Landsstýrismaðurin við innlendismálum heldur, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at kommunurnar eru við í arbeiðnum frá fyrsta degi.

Ert tú ikki bangin fyri at tilboðini verða ymisk í kommununum ?

Sum støðan er í dag, eru tilboðini rættiliga ymisk í teimum ymisku økjunum, so tað óttist eg ikki. Eg haldi tað er rætt, at eldraøkið kemur so tætt at borgarunum sum gjørligt. Hóast kommunurnar fáa fleiri uppgávur, mugu vit halda fast í, at samlaða skattatrýstið ikki økist, sigur hann at enda


Navn: Jógvan við Keldu
Føddur: 30 januar 1944
Giftur: Betty við Keldu, fødd Skaale
Børn: Gunnvá, Tóra og Pætur
Starvsroyndir: Skrivstovu- og handilsútbúgving hjá P/F Kjølbro 1961-64, P/F Theodor við Keldu og Mercant 1964-80 og 1989-1992.
Politisk søga: Løgtingsmaður 1988-90 og 1998-2004. Býráðslimur 1971-74, býráðsformaður 1981-88 og aftur 1993-2000. Landsstýrismaður 2004-