Fangar í Føroyum skulu hava betri umstøður

Nú verður málið tikið upp í Løgtinginum

Viðurskiftini hjá teimum, sum sita í Mjørkadali, eru alt annað enn nøktandi.

Tað sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og nú fer hon at reisa málið á Løgtingið, har hon spyr Bárð á Steig Nielsen, løgmann, hvat hann ætlar at gera við tað.

– Mjørkadalur er hvørki bygt til at vera varðhald ella fongsul, men kortini er Mjørkadalur bæði varðhald og fongsul, hóast tað eru ymiskar reglur fyri varðhaldsfongslað og tey, sum sita dóm.

Sirið Stenberg sigir at umstøðurnar í Mjørkadali eru beinleiðis atvoldin til, at tey, sum sita har, eru meiri avbyrgd frá øðrum fólki enn neyðugt.

Tað er eisini alment viðurkent, at avbyrging hevur skaðiliga ávirkan, eisini hóast talan er um styttri tíðarskeið, sigur løgtingskvinnan.

Tí er tað alt annað enn nøktandi, at tað eru fleiri avbyrgingar enn neyðugt av tí at hølisumstøðurnar eru ov vánaligar í Mjørkadali, og tað eigur als ikki at vera góðtikið, sigur hon.

Hølisviðurskiftini hava eisini tað við sær, at frælsið hjá teimum, sum sita dóm í Føroyum, í fleiri førum verður skert óneyðuga nógv, og tað er heilt frá tí at tey ikki sleppa á internetið, til at tey verða avbyrgd.

Í nøkrum førum verða fólk heldur send Danmarkar at sita, tí umstøðurnar í Mjørkadali ikki eru nøktandi og tá dómurin nógv harðari enn ætlanin var.

– Tað er ongin ivi um, at tað er at herða ein dóm óneyðugt, tá ið fólk skulu sita  í einum øðrum landi við aðrari mentan, øðrum máli og avmarkaðum møguleika at fáa vitjan, heldur enn at sita í Føroyum.

Somuleiðis er víst á, at tey, sum sita í Mjørkadali, hava manglandi arbeiðsmøguleikar, sum geva innihald í gerandisdegnum hjá teimum, sum sita inni.

Sirið Stenberg heldur, at hetta má takast í nógv størri álvara, og neyðug stig eiga at verða tikin at bøta um støðuna.

– Tað er ikki óhugsandi, at politikarar ikki hugsað nóg nógv um hesi viðurskiftini av tí at málsøkið ikki er á føroyskum hondum, heldur hon.

– Tá ið vit ikki skulu taka støðu til eitt mál, hava vit heldur ikki altíð neyðuga innlitið. Men tá ið vit taka ábyrgd og standa til svars vera málsøkini, verða tey uttan iva betri røkt, heldur Sirið Stenberg.