og seglbátunum, sum allir eru primitiv før úr træ, varð sungið mest sum alla leiðina út á hvalamiðini í takt við áralagið. Teir róðu nøkur tøk, løgdu stilt og bóðu eina bøn. Soleiðis sum ein kann ímynda [...] var so nær, at eg hugsaði, at hann fór at gloypa meg sigur Tróndur, sum í sama viðfangi kom til hugs søguna úr Bíbliuni, um hvalin, sum gloypti Jónas. -Eg hugsaði eina løtuna, at skuldi tú blíva gloyptur [...] tá tað so aftur fløðir. Skorið verður upp á nærum sama hátt sum vit gera tað í Føroyum. Tvøstið verður skorið í lykkjur og hongt upp at turka. Sama er við spikinum. Har er so turt, at tað ganga bara fáir
fekk tann føroyski skiparin heldur ikki mynstrað sum skipari, men ein íslendari mátti gera tað. Tað var kortini tann føroyski skiparin, sum virkaði sum skipari á túrinum. Trupulleikin hjá føroyska umb [...] at hetta hendi, og enn hava teir føroyingarnir, sum fóru yvir at sigla við hesum bátinum ikki fingið eitt oyra fyri arbeiðið, teir hava gjørt. Verri er tó statt við føroyska umboðsmanninum, sum tað sær [...] har teir høvdu fingið kjans við einum íslendskum línuskipi, sum kallast Gyllir. Lýst hevði verið í Útvarpi Føroya eftir føroyskum fiskimonnum, sum vóru kønir til kalvaveiðu. Teimum varð lovað bæði gull og
Tórheðin Jensen frá. Hann er eitt av fýra starvsfólkum á deildini í býnum, sum ikki hevur hýsir nøkrum av HM-fótbóltsdystum, men sum hóast tað hevur verið hart raktur av fótbóltsøðini hjá fraklendingum. ? [...] komin í finaluna, men tey væntaðu ikki at vinna á Brasilia. Sølan hjá fiskasøluni hevur verið tann sama, sum hon plagar at verða í juni mánaði, sjálvt um HM hevur verið. ? Tað kundi verið lætt at ímynda sær [...] sjálvt sambafótbólturin úr Suðuramerika yvirgeva seg fyri guillotinufótbóltinum hjá fraklendingunum. Í dag er bastilludagur í Fraklandi. Tað er ein hátíðardagur til minnis um at bastillan fall, men tað var
í londunum uttan um okkum, kanst tú á sama hátt uppliva djúpar holur, smøl sund og drangar við ríkum og fjølbroyttum fuglalívi og so tað steyrrætta bergið, sum fer næstan 700 metrar beint upp í loft [...] byrjaði nakað seinni og Fríðrikur Bláhamar hevði siglt eitt sindur frammanundan, men ikki uppá sama máta sum nú. Tað er meiri av fugli nú enn tað hevur verið. Fuglurin fór at minka 20-30 ár, áðrenn tann [...] loft, alt á einum stað. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um eina umhvørvisætlan, sum er í umbúnað fyri ferðavinnuna í Føroyum. Tað er Durita Brattaberg, landbúnaðarkandidatur í umhvørvisumsiting, ið hevur fingið
fiskin enn tey størru skipini fáa fyri sama fisk til sama virki - ella minni enn teir fáa, ið selja á uppboðssølu. Grovasta dømi, eg veit um, er, at útróðrarbátur, sum hevur avreitt til eitt virki, hevur [...] Útróðrarmenn, sum avreiða beinleiðis til virkini, hava mangan kensluna av, at teir eru meiri til fortreð, enn til gagns. Hetta sæst eisini aftur á prísinum. Tað er heilt vanligt, at útróðrarmenn, sum avreiða [...] fáa eisini nógv verri prís enn teir, sum selja á uppboðssølum. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, sigur, at tað er heilt vanligt, at teir, sum avreiða beinleiðis til virkini, fáa
? Tað, sum verður gjørt av byggivirksemi í Føroyum í dag er sum oftast »her og nú - loysnir«. Ofta eru fyrireikingarnar ikki nóg góðar, og kravt kann verða, at arbeiðið, sum annars skuldi tikið seks mánaðir [...] So sjálvt um byggivirksemið spakuliga er á veg uppeftir, so vil tað ikki siga tað sama sum at føroyskir handverkarar, sum arbeiða uttanlands koma heimaftur við tað saman [...] verður lagt á á ymiskan hátt, sigur Vilhelm Johannesen. ? Kapping er eisini at um arbeiðið, sum er. Ofta er onkur, sum undirbjóðar og tískil eisini fær arbeiðið. Men fyritøkan byggir seg als ikki upp á henda
Upphæddin er tann sama fyri næsta ár, og triðja árið er upphæddin uml. 1,5 mió. krónur. ? Hetta fyrsta byggistigið skal eftir ætlan verða liðugt í juni ár 2000, og gongur, sum tað ger í dag, so er nokk einki [...] vegin úr Havnini til Gomlurætt. Gamli vegurin, sum fer omanfyri Velbastað, er smalur og ótíðarhóskandi, serliga tá hugsað verður um størru bilarnar, sum sjálvsagt eisini skulu brúka Sandoyarleiðina. Arbeiði [...] Gomlurætt og tá arbeiðið um fyrsta partin av restini var boðin út, var tað enn einaferð P/F undir Heygnum, sum hevði lægsta tilboðoð, uppá uml. 6 mió. krónur. Men hvussu gongur so við arbeiðnum? ? Tað gongur væl
búmerki, sum umboðar reinar natúrligar fiskavørur uttan útílatingarevni v.m. Fiskasølu búmerkið er uttan iva kendasta føroyska vørumerkið kring heimin. Bygnaður í dag - 50 ár aftaná stovnan Í dag starvast [...] 1997. Frá nærum bert at arbeiða toskin til saltingar (í dag 15% av søluni) og í flakablokk (í dag 6% av søluni), verður toskurin og upsin í dag virkaður til ein hóp av ymiskum fiskavørum. Vøruúrvalið úr [...] marknaðarlondunum. Vóru ov nógv feløg í Føroyum, sum buðu keyparunum fisk, bóru menn ótta fyri undirbjóðing við minni inntøkum og vánaligari rakstri í fiskivinnuni sum úrslit. Hetta var eisini niðurstøðan, tá
tað tikið eitt korter at flogið sama teinin, sigur Jan Lamhauge. Lætt at finna hóskandi flogfar Uppskotið, sum hevur verið frammi, mælir til at brúka ein vatnflúgvara, sum kann seta seg á firðum og vøtnum [...] Jan Lamhauge, sum er ættaður av Glyvrum, fór í 1987 til USA fyri at fáa eina útbúgving sum flogskipari, og aftaná tað ætlaði hann sær heimaftur til Føroya. Men tað gekk øðrvísi, og nú er hann búsitandi [...] hann. Dreymur um at flúgva Tað var ikki av tilvild, at Jan Lamhauge endaði sum flogskipari. Tað var meiri ein barnadreymur sum gjørdist veruleiki. ? Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá mær at blivið
Lagt verður fyri í dag úti í Fugloy. Kim Thomas Sivertsen, Spælimenninir, Niels Midjord og Hans Jacob Hansen spæla kl. 16.00 í dag Á Kirkju. Í skúlanum í Hattarvík kl. 20:00, spæla Rupert Derben, Kasper [...] Kasper Søeborg, Larus og Jakobina og Co. Tey leikandi í dag Kim Thomas Sivertsen er úr Oslo. Blueskendu vísur hansara lýsa býarlívið og lagnur haðani úr býnum. Umframt egnar vísur, hevur hann eisini gamlar [...] og spæla enskar vísur, ið onnur hava gjørt, men eisini føroyskar vísur, ið tey sjálvi hava gjørt og sum eittnú Simme Jacobsen eigur orð og løg til. Jakobina & Co., ella Jakobina Tórstún og bólkur hennara